- Gøtan er í dag løgd við skervi, sum bæði ger hana trupla at halda og torføra at brúka hjá fólki í koyristóli og við barnavogni. Tí verður gøtan nú grivin upp, og nýtt og slætt tilfar verður lagt á, so hon verður lættari og meira atkomilig hjá øllum.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
- Í sambandi við arbeiðið verða eisini fyrstu minnispláturnar settar upp. Endamálið við plátunum er at heiðra og minnast teir vestmenningar, sum gjøgnum árini hava latið lív í vanlukkum á sjógvi og á landi.
Víst verður á, at í fyrstu syftu verða átta minnisplátur settar upp við nøvnum á teimum, sum hava latið lív í vanlukkum árini frá 1940 og frameftir, og ætlanin er at seta fleiri plátur upp, sum tíðin gongur.
- Miðað verður eftir, at arbeiðið at dagføra gøtuna til minnisvarðan verður liðugt til allahalgannadag, hin 1. november, verður lagt aftrat.