Korona: Tað er ov tíðliga at lukka klokkan 22

Matstovurnar vilja ikki setast í sama bás sum skeinkistøðini

Matstovur eiga ikki at verða settar javnt við skeinkistøð. Tað halda tey í Ferðavinnufelagnum, nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at geva landsstýrinum heimild til at avmarka upplatingartíðirnar hjá skeinkistøðum og matstovum.

Fyrr í ár hevði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, eisini heimild til at avmarka upplatingartíðirnar, ella at steingja matstovur og skeinkistøð heilt. Hann hevði eisini heimild til at áseta, hvussu nógv fólk kundu vera inni og tá varð gjørt av, at eitt skifti skuldu matstovur og skeinkistøð, lata aftur klokkan 22 um kvøldið

Tann heimildin er farin úr gildið, men nú vandin er fyri, at korona fer at herjað aftur, hevur hann biðið Løgtingið um at fáa hesa heimildina aftur.

Men tey í Ferðavinnufelagnum halda ikki, at matstovur og skeinkistøð eiga at verða koyrd í sama pott.

Tey vísa á, at hesa árstíðina eru ikki so nógv ferðafólk, og tískil liva matstovur og gistingarhús næstan burturav av, av føroyingum, sum fara út at eta og at hugna sær, og av privatum tiltøkum.

 –Hesi tiltøk eru væl skipað og tað verður upp til, at øll tilmæli frá heilsumyndugleikum verða hildin, siga tey.

Tey siga, at gistingarhúsini og matstovuvurnar hava vant seg við støðuna og tey duga at skipa fyri tiltøkum undir tryggum umstøðum, har stórur dentur verður lagdur á reinføri og frástøðu. Tey leggja afturat, at gistingarhús og matstovur hava bæði høli og førleikar til at halda tilmælini frá heilsumyndugleikunum.

Men verður tað ov strangt, kann avleiðingin skjótt vera tann, at tiltøk fara at verða hildin undir óskipaðum umstøðum og tí heitir  Ferðavinnufelagið á Løgtingið um at hugsa seg væl um, áðrenn upplatingartíðirnar verða avmarkaðar. – Skuldi smittustøðan versna nógv aftur, verður mælt til at matstovur og gistingarhús ikki verða fevnd av somu avmarkingum sum eitt barrir, siga Henny á Líknargøtu, forkvinna og Árni Olsen, næstformaður í Ferðavinnufelagnum.

Tey halda, at tað er sera løgið, at matstovur og barrir verða fevndar av somu reglugerð, tí tað er sera stórur munur á at fara á barr og at fara á matstovu.

 – Á barr standa fólk ofta uppi og í fleiri førum standa tey tætt saman , men á matstovum, sita fólk saman, antin sum pør, sum vinir, ella sum familja, og njóta ein góðan bita.

– Hesi bæði viðurskiftini kunnu ikki blandast saman, tí tað er hvør sítt og skal avgjørt ikki verið fevnt av somu reglugerð, siga tey bæði.

Seinast, tá ið upplatingartíðirnar vóru avmarkaðar, skuldu matstovur lata aftur klokkan 22, men skulu tey lukkast at hava tveir borðgangir, er hettar ov, tí hvør borðgangir tekur tveir, tríggjar tímar, siga Henny á Líknargøtu og Árni Olsen.