info
Ongi úrslit

Liðið hjá Mariu vann á liðnum hjá Rakul

Horsens vann fyrsta sigurin hetta kappingarárið

Heri Simonsen
11. september 2024 kl. 20:30

Í kvøld var dystur millum liðini hjá Mariu P. Nólsoy, Horsens og Rakul S. Wardum, Ringkøbing í bestu donsku hondbóltsdeildini.

Í Forum høllini í Horsens vann heimaliðið 19-17 á Ringkøbing. Í steðginum var Horsens á odda 11-9.

Tað gekk ikki væl við málskjótingini hjá Mariu í kvøld. Hon skoraði eitt mál upp á fimm málroyndir. Mariu legði tó upp til eitt mál, og hon vann eisini liðnum eitt brotskast.

32 ára gamla, Stephanie Andersen stórspældi í málinum hjá Ringkøbing, og tí slapp Rakul tíverri ikki á vøllin í kvøld.

Horsens hevur tvey stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar. Ringkøbing hevur enn fyrsta stigið til góða hetta kappingarárið.

Fríggjadagin klokkan 17.30 møtast aftur tvey lið hjá tveimum føroyskum landsliðsleikarum. Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg taka tá móti liðnum hjá Pernillu Brandenborg, Keypmannahavn.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Danmark leikti javnt móti Spania

2 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

2 tímar síðan
Tíðindi

Johnson gevst sum leið­ari hjá Re­publi­kan­ar­u­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Bønir & illbønir í Filmsfelagnum

2 tímar síðan
Fótbóltur

FC Nordsjælland reyk úr steypakappingini

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

3 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Como vann metstóran sigur

3 tímar síðan
Tíðindi

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4 tímar síðan
Tíðindi

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta og liðfelagarnir vóru fyri stórtapi

4 tímar síðan
Lýsingagrein

Gjaldstovan og Nema gjørt av­talu um før­oysku tíð­ar­skrá­set­ing­ar­skip­an­ina Nema Tíð

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vunnu Føroyar greitt á Kosovo

4 tímar síðan