Løgreglan kannaði fleiri bilar og skeinkistøð

- Í nátt vísti alt seg at vera í lagi, bæði í bilaferðsluni og á skeinkistøðum, sigur vaktleiðarin á løgeglustøðini í Havn.

 

Í nátt hevur løgreglan havt fleri átøk, har bilar og bilførarar eru kannaðir fyri møguliga rúsdrekka-og rúskoyring.

 

- Norðanfyri vóru eini 50 bilar kannaðir, og her vórðu eingi mál skrivað.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at at siga, at eisini í Havn hevði løgreglan málrættað narko-átak, har tey steðgaðu fleiri bilum, og her vórðu heldur eingi mál skrivað.

 

- At enda høvdu vit eisini málrættað átak í Havn móti rúsdrekkakoyring, har fleiri bilar vórðu kannaðir, og her vóru heldur eingi mál skrivað.

 

Í nátt hevur løgreglan eisini verið kring um á vertshúsum, eitt nú í Kaksvík, Viðareiði, Fuglafirði og Runavík, og her var eisini alt í lagi.

 

Hóast eingi mál eru skrivað - í ferðsluni og á vertshúsum í nátt - er talan um fyribyrgjandi arbeiði.

 

Vaktleiðarin heldur, at tað eigur at gera mun, tá fólk vita, at løgreglan er árvakin, og at bilaferðsla og skeinkistøð eru undir luppinum.