Leo XIV pávi er útskrivaður av Gemelli-sjúkrahúsinum í Rom, har hann hevur verið innlagdur síðani týsdag og fingið viðgerð fyri ein krabbameinsknút í lunganum.
Tað skrivar Reuters sambært Ritzau.
71 ára gamli pávin gekk sjálvur til bilin, sum bíðaði eftir honum uttan fyri sjúkrahúsið. Á vegnum steðgaði hann og tosaði við fólk, sum vóru komin at ynskja honum alt gott.
Undir skurðviðgerðini varð niðasti parturin av høgra lunga tikin burtur. Sambært læknunum eydnaðist viðgerðin væl og varð framd uttan trupulleikar.
Læknarnir í Vatikaninum, Luigi Carbone og Stefano Margaritora, upplýstu ídag, at blóðroyndir, røntgenmynd av bringuni og ein samlað meting av heilsustøðuni vístu, at pávin var klárur at verða útskrivaður.
Læknarnir hava enn ikki upplýst, hvussu stórur krabbameinsknúturin var, ella um sjúkan hevur breitt seg til nærliggjandi eitlar.
Sambært Vatikaninum verður roknað við, at pávin í morgin fer at leiða Angelus-bønina úr íbúð síni fyri pílagrímum á Pæturstorginum. Tað verður fyrstu ferð, hann kemur alment fram, síðani hann varð innlagdur.
Vanliga leiðir pávin hesa bønina úr einum vindeyga í ápostóliska palassinum. Undir sjúkrahúslegum hava bæði Jóhannes Páll II og Frans pávi tó eisini leitt bønina úr vindeygum á Gemelli-sjúkrahúsinum.