info
Ongi úrslit

Marita og Durita við nýggjum sjónleiki

Tann 12. oktobur verður forkunnug frumsýning í Norðurlandahúsinum.

Eirikur Lindenskov
1. oktober 2023 kl. 15:46

Tað eru Marita S. Dalsgaard og Durita Dahl Andreassen við leikbólkunum Leikhús SKIFT og GUT//Productions, sum í samstarvi við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions seta á pall altjóða leiklistaliga fenomenið La Merda ella LORTIÐ eftir italska Cristian Ceresoli.

LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli er eitt modernað, samtíðar evropeiskt verk, sum djarvt, listaligt, groteskt stuttligt og fantasifult spælir seg fram til eina ræðandi og forvitnisliga dystopi.

Í leikinum møta vit eini ungari kvinnu, ið er til reiðar at gera alt, sum skal til fyri at blíva kend, vinna heiður og fáa viðurkenning. Hon vil MEYKA DA. Hon vil hava sukse í einum forbrúkarasamfelag - har hon sjálv er vøran.

Við eldhugaðum offurvilja, full av orku, longsli, vreiði, sorg og eini naivari trúgv uppá, at hon fær sukse, um hon bert er tilreiðar at offra og gera tað sum skal til, letur hon orðini floyma niður í eina mikrofon og út yvir áskoðararnar, alt meðan hon sannførir seg sjálva, og tey sum lurta, um, at bara hon kýtur seg, er djørv og etur eyðmýkingarnar í seg, so skal hon nokk klára tað - MEYKA DA.

LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli hevur vunnið hópin av altjóða prísum og viðurkenningum. Leikurin setur á breddan samleika, sjálvsfatan, internalisering, etingarólag, sexismu og strukturellar avbjóðingar hjá eini ungari kvinnu í einum forbrúkarasamfelag, ið er fongt av søguligari valdsójavnvág millum rík og fátøk, menn og kvinnur, sterk og veik - forbrúkarasamfelagið, har øll liggja undir fyri onkrum.

Leikurin er eitt sorgarkvæði, ið nertur við eina røð av teimum viðurskiftum, sum koma til sjóndar í einum samfelag, har klassisku strukturarnir eru við at fara í upploysn - og fylgjurnar av strukturellu samfelags broytingum eru, at vit fáa eitt vaksandi prækariat av fólki, sum aldri fáa fóta sær í eini fastari arbeiðstilveru, ið hevur so stóra ávirkan á samleika, fíggjarviðurskifti, status, møguleikar og frælsi hjá tí einstaka.

Í føroysku uppsetingini er tað Durita Dahl Andreassen, sum situr á pallinum og tulkar orðini, meðan Marita S. Dalsgaard leikstjórnar.

LORTIÐ (La Merda) er upprunaliga skaptur av Cristian Ceresoli í samstarvi við sjónleikarinnuna Silivu Gallerano og framleiddur av Frida Kahlo Productions, Richard Jordan Productions og Produzioni Fuorivia í samstarvi við Summerhall.

Tá ið LORTIÐ (La Merda) varð frumsýndur á Edinburgh Fringe Festival í 2012, sendi hann skjálvtar gjøgnum altjóða leiklistaheimin. Leikurin varð róptur eitt leiklistaligt fenomen og hevur síðani spælt í London, Edinburg, Oslo, Sao-Paulo, Adelaide, Berlin, Lisbon, Keypmannahavn, Vancouver og verið á leikferð um alt Italia. Hann hevur m.a. spælt á Soho Theatre (London), Adelaide International Festival og Maxim Gorki Theater (Berlin). Upprunaliga viðurkenda uppsetingin er framvegis á leikferð á altjóða pallum, men í Føroyum verður møguligt at síggja eina føroyska uppseting, tá ið Leikhús SKIFT og GUT//Productions í samstarvi og við seravtalu við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions sýna LORTIÐ (La Merda) í Høllini í Norðurlandahúsinum.

Longd: 50 minuttir

Aldursmark: 16 ár

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

3 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Børn í Skopun stuðla Reyða Krossi

9 minuttir síðan
Tíðindi

Funnu spreingiknøtt á ruskplássinum í Moss

39 minuttir síðan
Tíðindi

Fólk úr 87 ym­isk­um lond­um ferð­að­ust við SSL í summar

56 minuttir síðan
Tíðindi

Arbeiðið at útbyggja og dagføra bátahylin verður gjørt stigvíst

1 tími síðan
Tíðindi

Samskip selt til spanskt skipafelag

1 tími síðan
Lesarabrøv

Vandi fyri at Norðurlond missa Grønland og Føroyar

1 tími síðan
Tíðindi

Spanska kongshúsið avlýsir veitsludøgurða

1 tími síðan
Tíðindi

Privata eftir­lønar­upp­spar­ingin var 15,9 mia. kr. í 2025

2 tímar síðan
Tíðindi

Eftirlýstir maðurin funnin í øllum góðum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Nykøbing-Falster tapti stórt fyri Odense í steypakappingini

2 tímar síðan
Tíðindi

Fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

3 tímar síðan