info
Ongi úrslit

Marita S. Dalsgaard fyrisitingarligur leiðari á Sydhavn Teater

Marita S. Dalsgaard er sett í starv sum fyrisitingarligur leiðari á Sydhavn Teater, og hon byrjar í stravinum 1. Oktober 2022. Hetta fyrstu fer ein føroyingur gerst leiðari á einum útlendskum sjónleikarhúsi.

Dagfinn Olsen
19. mai 2022 kl. 17:57

Marita S. Dalsgaard er sett í starv sum fyrisitingarligur leiðari á Sydhavn Teater.

Hesum boðar hon frá á facebook-vanga sínum.

Har fegnast hon um møguleikan at gerast “wing-woman for enestående Mille Maria Dalsgaard på kunstneriske, kreative, innovative, sprudlende UNDERSKØNNE Sydhavn Teater”, sum hon tekur til.

Iscene.dk skrivar, at talan er um eitt nýtt starv á leikhúsinum.

Við iscene.dk sigur Mille Maria Dalsgaard:

Marita er drevet af stort engagement for scenekunst og forbinder i sin person det lokale med det internationale. Hun medbringer en bred erfaring fra nordatlantiske samarbejde, som taler direkte ind i Sydhavn Teaters ambitioner for flere nordiske og internationale samskabelsesprojekter. Jeg er overbevist om, at Marita med sine kvaliteter vil sætte fart på Sydhavn Teaters i forvejen rivende udvikling, og jeg glæder mig til parløbet. Det er et vigtigt skridt for teatret at få en administrativ leder, og med Marita har vi fået en stor kapacitet med ombord

Á heimasíðui sæst eisini, at leikhúsið hevur sent út tíðindaskriv, har m.a. verður sagt um Maritu, at hon hevur drúgvar royndir innan fyriskipan og umsiting, umframt  listarliga menning, og at hon tí er ein fongur fyri leikhúsið. Listarligu royndirnar hevur hon úr Danmark, men serliga úr Føroyum, har hon virkað síðsta tíggjuáraskeiðið. Hennara úrslit hava ávirkað føroyskt mentanarlív, og tey kor, føroysk listafólk arbeiða undir. Tað er hugtakandi, hvussu hennara áhaldni hevur flutt listina og hugsanina um týdning av listini í samfelagnum, og fegnast tey á Sydhavn Teater um hesar dygdir, sum nú koma leikhúsinum til góða, stendur m.a. í tíðindaskrivinum.

 

Um Maritu verður m.a. sagt, at hon er útbúgvin á Skuespillerskolen við Odense Teater,og hevur umframt diplomútbúgving inan list- og mentanarleiðslu frá Scenekunstens Udviklingscenter í Odsherred í 2011.

Vit í Føroyum kenna Maritu sum forfólk í LISA, og eitt nú saman við manni sínum, Olaf Johannesen, hevur hon sett leikir upp í Føroyum við Leikhús SKIFT.

 Hetta fyrstu fer ein føroyingur gerst leiðari á einum útlendskum sjónleikarhúsi, upplýsir Marita S. Dalsgaard.

Marita S. Dalsgaard  byrjar í starvinum á Sydhavn Teater 1. Oktober 2022.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

Í gjár kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Spitsbergen kom kortini á Havnina

33 minuttir síðan
Hondbóltur

Nú er tað alment: Elias fer til Aalborg

53 minuttir síðan
Tíðindi

Blómuhav mitt í heims­ins turr­astu oyði­mørk

1 tími síðan
Tíðindi

Deyðadømdur: Leyslatin eftir 41 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Pallborðskjak í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Barnaverkætlanin í Vági kann gerast varandi

1 tími síðan
Tíðindi

Karlamagnusarbreyt – hvussu nógv skal byggjast, áðrenn tit lurta?

2 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Undansølan til Føroyar-Kosovo byrjar mánadagin 5. oktober

2 tímar síðan
Tíðindi

Hjalmar Han­sen kann ikki úti­loka upp­sagn­ir í nýggja stovninum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt sertilboð lat upp í Klaksvík

2 tímar síðan
Tíðindi

Sunda komm­una kann fáa eyka­rokn­ing upp á seks milliónir

3 tímar síðan
Tíðindi

Fullur maður fekk bót fyri at órógva í býnum

3 tímar síðan