info
Ongi úrslit

Meistararnir eiga helvtina av liðnum

Seks føroyameistarar eru á ársins liði saman við ársins miðvallara úr Víkingi, og tveimum systrum úr NSÍ og tveimum spælarum úr EBS/Skála

Jóannes Hansen
9. desember 2021 kl. 23:55

KÍ vann FM í kvinnukappingini, og tað eru seks KÍ spælarar á ársins liði, sum varð kosið í sending í FM1 í kvøld. Tað vóru venjarar, liðformenn og landsliðsvenjarin Lene Terp, hjálparvenjarin Christian Høgni Jacobsen og Maria Ziskason Nesá viðmerkjari, ið atkvøddu.

KÍ málverjin Óluva Allansdóttir Joensen fekk greitt flestar atkvøður, tá ið tað snúði seg um at velja ársins málverja. Rakul Magnussen er ársins verjuspælari, Jensa K. Tórólvsdóttir er ársins miðvallarim og Heidi Sevdal var ársins álopsspælari.

Ársins venjari hjá kvinnum var Poul N. Poulsen venjari hjá NSÍ.

 

Ársins lið 2021: Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ – Rakul Magnussen, EBS/Skála, Ragna B. Patawary, KÍ, Birita Ryan, KÍ, Durita Hummeland, KÍ – Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur, Sanna Svarvadal, KÍ, Ansy S. Jakobsen, NSÍ – Lea Lisberg, EBS/Skála, Heidi Sevdal, NSÍ, Hervør Olsen, KÍ

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Í gjár kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Í gjár kl. 18:14

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

Í gjár kl. 14:27

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seglbátur fekk motorsteðg á veg inn á Sørvág

16 minuttir síðan
Tíðindi

Norsk kvinna vann 283 milliónir í Eurojackpot

21 minuttir síðan
Tíðindi

36 brot á ferðslu­lóg­ina í Suðuroy

31 minuttir síðan
Tíðindi

Forsetin í El Salvador stillar uppaftur

1 tími síðan
Hondbóltur

Viborg skal til Ungarn, Kroatia og Noregs

2 tímar síðan
Tíðindi

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

7 tímar síðan
Fótbóltur

Dimma: David Nielsen og Ole Kevin Knappen upp á tal í NSÍ

8 tímar síðan
Lesarabrøv

Der er et yndigt land 🇩🇰

8 tímar síðan
Tíðindi

NAZA Ein av týdningarmestu filmum í okkara tíð

8 tímar síðan
Tíðindi

Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum vitjar í Suðuroynni

9 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður kallar flokkarnar á fund eftir IOC-boðini

9 tímar síðan
Tíðindi

Jólatrøini í Vága kommunu verða tendrað

9 tímar síðan