info
Ongi úrslit

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður sett sunnudagin

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður sett sunnudagin 21. apríl kl 14.00 í Gulu smiðju í Saltangará. Øll eru hjartaliga vælkomin

Nanný Toftegaard
17. apríl 2024 kl. 13:37

Støkk inn á gólvið til setanina í Gulu smiðju sunnudagin 21. apríl kl. 14.00. Til ber eisini at súkkla ella renna hagar í felag við Rynkunum ella Roysninum. Tíðarætlan og nærri kunning eru at finna í skránni, sí mentanarvikan.fo.Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og Petur Hansen, formaður í Mentanarnevndini heldur røðu. Næmingar úr framhaldsdeildini í Runavíkar skúla framføra nøkur løg úr væl eydnaða sangleikinum, “Vakurleikin og Beistið”, ið tey sýndu í Løkshøll herfyri. Okkurt gott undir góman verður eisini at fáa.

Mentanarvikan 2024 byrjar við einum braki

Tað kann av sonnum sigast, at mentanarvikan byrjar við einum braki. Longu sunnudagin er nógv spennandi á skránni.

Fleiri listaframsýningar lata upp; millum tey, ið sýna fram, eru Astri Luihn í Glyvra kirkju, Harry Knudsen og Marita Terjadóttir í Bátafelagnum á Bakka, Ivonna Johansen í Oyndarfjarðar skúla, Petsia, Maifríð Skibenæs og David á Brúnni í Grótinum í Skipanesi.

Millum mangt annað hendan dagin verður Bachata dansur í Gulu smiðju um kvøldið. í Oyndarfjarðar kirkju framførir Guðrið Hansdóttir nøkur løg og Lív Maria Róadóttir Jæger lesur upp yrkingar. Í Funningi fer Sámal Matras Kristiansen at halda fyrilestur um sálmin ‘Tíðin rennur sum streymur í á’ í Funnings kirkju, og føroyskur dansur verður eisini í nýumvældu dansistovuni Funningi hetta kvøldið.

Mánadagin kanst tú m.a. læra um blómubinding ella at sáa, planta og velta egið grønmeti. Børnini kunnu vera við í teknikapping á Bókasavninum við Løkin. Mánakvøldið verður spennandi orðaskifti undir heitinum “Móðurmálið og vitlíki – á hvørjum máli samskifta vit?” í Løkshøll. Eitt væl upplagt panel er klárt at kjakast. Harumframt verða tónleikainnsløg v.m.

 Kaga í fjølbroyttu skránna fyri ársins Mentanarviku í Runavíkar kommunu  21.-28 apríl á mentanarvikan.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

11 minuttir síðan
Tíðindi

Køkurin skal flyta samfelagið eina burðardyggari leið

56 minuttir síðan
Fótbóltur

Ronaldo fær leikbann í mánaði uttan landsdystir

1 tími síðan
Tíðindi

Vilja vita hví hinir leikbólkarnir fáa stuðul

2 tímar síðan
Tíðindi

Uefa gevur Infantino tvær vikur at lata skjøl frá sær

2 tímar síðan
Fótbóltur

Víkingur fekk fulla úrtøku móti AB

3 tímar síðan
Tíðindi

Lesihúsið: Børn fáa ikki neyðugu hjálpina í fólkaskúlanum

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri býir í Norður­frak­landi seta út­gongu­for­boð í gildi

3 tímar síðan
Tíðindi

ORÐ & TÓNAR í Reinsarínum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til B36 og tvey stig til Skála ÍF

4 tímar síðan
Tíðindi

Pinkubarn og tvær kvinnur dripin í Kharkiv

5 tímar síðan
Tíðindi

Hvørji eru vit? Sjónleikur bjóðar norðurlendsku sjálvsfatanini av

5 tímar síðan