info
Ongi úrslit

Nógvir tankar fóru ígjøgnum høvdið

- Eg visti, at fá skip eru komin heilskapað av aftur Flesjunum, sigur reiðarin, Hálvdan Gudmundsen.

Vilmund Jacobsen
4. august 2021 kl. 14:27

 

Reiðarin á frystilínuskipinum Eivindi, sum í vikuni sigldi á Flesjarnar á Tangafirði, sat á skrivstovu síni og skifti orð við annan reiðara, tá hann fekk at vita, at skipið, hann er reiðari á, var endað á Flesjunum. 
- Vit prátaðu vanligt prát, tá reiðarin spurdi, um eg ikki hevði hugt inn á netmiðlarnar og sæð, at Eivind stóð á Flesjunum. Tá eg sá myndina, fóru nógvir tankar ígjøgnum høvdið á mær, og eg hugsaði, at fá skip eru komin heilskapað av aftur Flesjunum. 
Hálvdan Gudmundsen vísir á, at á fyrstu myndunum, hann sá í miðlunum, sást ikki serliga væl, at skipið hevði lagt seg í bakborðssíðu. 
Frystilínuskipið Eivind, sum í vikuni skuldi fara nýggjan túr til Eysturgrønlands, var á veg á Kollafjørð eftir agni og provianti, tá skipið í besta veðri sigldi seg fast á Flesjunum. 
- Á pappírinum áttu vit ein heilan túr í Eysturgrønlandi, men við tað, at fiskiskapurin har hevur verið vánaligur, hildu vit, at einki var at skunda sær til. Um alt var, sum tað átti, hevði Eivind helst verið farin avstað antin í gjár ella í dag.
Reiðarin ásannar, at royndirnar av Flesjunum eru ringar, og seinni hevur hann fingið at vitað, at einir 50 kneysar eru kring um Flesjarnar.
- Tá kavarar høvdu verið niðri og kannað umstøðurnar, varð greitt, at kjølurin stóð rímiliga væl fram eftir botninum, men at kneysar vóru til báðar síður - og onkustaðni so nær skipssíðuni, at kavari slapp ikki millum kneysa og skipssíðu. 
Meðan Eivind stóð á Flesjunum, hevði Hálvdan Gudmundsen nógv samskifti við eitt nú MRCC, og hann var eisini nógv á stovninum í Havn. 
- Eg vil siga, at tað skein ígjøgnum, at hesaferð skuldi ikki sama henda, sum hendi við russiska trolaranum, Olshanu, ið endaði á Flesjunum sama dag - nevniliga hin 2. august - fyri 14 árum síðan.

Myndin er ikki tøk

Oljan varð pumpað úr skipinum, og áðrenn farið varð í holt við at sleipa, vóru bæði pumpur og aggregat fingin umborð á skipið, um tað skuldi hent, at Eivind fór at leka, tá tað varð hálað avaftur.  
Reiðarin rósar MRCC fyri dygdargott arbeiði og góðar útrokningar í samband við eitt nú stabilitet, tá klárt skuldi gerast til at hála.
- Skipið mátti hálast av aftur sama veg, sum tað hevði siglt seg fast, og eg eri sannførdur um, at hevði bakborðssíða borið við flúrarnar, sum stungu upp so nær skipssíðuni, høvdu teir skrætt síðuna á skipinum upp. 

Myndin er ikki tøk

Um eina løtu kemur nýggj grein á In.fo, sum lýsir løtuna, tá Brimil byrjaði at hála Eivind av aftur Flesjunum.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14 tímar síðan

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

5 tímar síðan

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

8 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Satira í fleiri løgum

2 tímar síðan
Tíðindi

Tummas Pauli Mohr nýggjur stjóri í Demich

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj kennir seg sviknan av Trump

2 tímar síðan
Tíðindi

Koyrilíkindini: Upp í 51 ms

3 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bodø/Glimt syrgdi fyri enn einum norskum bragdi

3 tímar síðan
Tíðindi

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir í hálvt ár

3 tímar síðan
Hondbóltur

Annika og liðfelagarnir vunnu triðja sigurin á rað

4 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil-H71 kvinnur

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Strømsgodset vann stórsigur í toppdystinum móti Kongsvinger

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

5 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Maritu vann stórsigur - liðið hjá Janu tapti greitt

5 tímar síðan
Tíðindi

Video: Filmur av illveðrinum í dag

5 tímar síðan