Nú skal Hvannasund ruddast

Tiltakið byrjar við, at kommunan bjóðar grillaðar pylsur, burgarar, kaffi og annað gott uttan fyri kommunuskrivstovuna. 

Seinnapartin hósdagin komandi fer trivnaðarnevndin í Hvannasunds kommunu at skipa fyri árligum ruddingardegi í kommununi.

 

- Tiltakið byrjar klokkan 17 við, at kommunan bjóðar grillaðar pylsur, burgarar, kaffi og annað gott uttan fyri kommunuskrivstovuna. 

 

Hvannasunds kommuna er víðfevnd, báðu megin byrgingina, og kommunuskrivstovan er í Hvannasundi.

 

- Her fáast handskar og sekkir at fylla rusk í, siga tey í trivnaðarnevndini, sum vegna kommununa skipa fyri ruddingartiltakinum.

 

Lagt verður aftrat, at tey, sum hava hug at rudda fyrr um dagin, kunnu koma eftir handskum og sekkjum frá klokkan 10 hósmorgunin.