Nýggj LPG viðgerð til andlit og kropp 

Hjá Ergo Vælveru, sum húsast í J.C.Svabosgøtu 6 í Havn, vilja tey vera fremst innan vakurleika og vælveru. Her fært tú sum viðskiftafólk eitt breitt úrval av ymiskum vakurleika-og vælverutænastum.

 

 

Tað er Beinta Lassen, sum rekur hesa tænastu og saman við sær hevur hon dugnalig starvsfólk, sum øll veita viðskiftafólki bestu og dyggastu viðgerðir og tænastu - alt eftir, hvørjir tørvirnir eru.

Ergo Vælvera kann nú sum onnur viðgerðarstova í danska kongaríkinum bjóða viðgerðir við nýggjastu LPG-tøknini, sum gevur bæði betur og skjótari úrslit enn gamla tøknin gjørdi.

- Vit hava havt tvær LPG-maskinur undan hesari, sum eisini royndust væl. Men, við nýggju maskinuni - LPG Alliance Medical - fara allar viðgerðirnar fram í senn, bæði klænking, viðgerð móti appelsinhúð og uppstrammandi viðgerð.

 

Fantastiska væl nøgd

Beinta Lassen vísir á, at tey hava roynt nýggju maskinuna síðan fjør heyst, og viðskiftafólk eru fantastiska væl nøgd.

 

- Úrslitini eru framúrskarandi og kunnu ikki samanberast við LPG-viðgerðirnar við gomlu modellunum. Við tað, at allar viðgerðirnar nú fara fram samstundis, er nýggja LPG Alliance eisini tríggjar ferðir so virkin, sum eldru útgávurnar vóru.

 

Hon sigur, at viðskiftafólk síggja bæði betri og sjónligari úrslit longu eftir trimum viðgerðum, og viðgerðirnar eru egnaðar til bæði menn og kvinnur. 

 

Kropsviðgerð: 

 

- Tá viðgerðin verður veitt kvinnum, er talan um armar, rygg, miðju, búk, lør, knø og tjúkkar. Ynski er ofta at klænka, blíva fastari og minka um buglurnar (appelsinhúð). Tá tað eru menn, eru tað armar, ryggur, bringa, miðja og lør. Ynski er tá ofta at klænka ella lætta um pínu, sigur Beinta Lassen, sum eisini veitir andlitsviðgerð við nýggju tøknini.

 

Virknaðurin av LPG Alliance er klænkandi, uppstrammandi, tálmandi fyri appelsinhúð og yngjandi - alt í somu viðgerð.

 

##med2##

 

Yngjandi andlitsviðgerð - uttan Fillers og Botox:

 

LPG massagan til andlitið virkar uppstrammandi, yngjandi og uppfrískandi uttan nálir, minkar um hevilsi undir eygum og undirhøku - alt eftir, hvør tørvurin er, og hvørji forrit verða brúkt í viðgerðini. 

 

Botox og Fillers:

 

- Vit bjóða eisini invasiva viðgerð við Fillers, ofta kallað “Restylane” og ella Botox til tey, ið ynskja tað, sigur Beinta Lassen. 

 

Pínuviðgerð LPG Medical:

 

Harumframt hevur nýggja LPG Alliance serlig sonevnd medical-forrit, sum eru ment til eitt nú viðgerðir móti gikt, fibromyalgi, lymfødem, niðursett blóðrensl, hovin bein og pínu. 

 

Meira um viðgerðirnar og tænasturnar hjá Ergo Vælveru kann lesast á www.ergo.fo