Johan Dahl, løgtingsmaður, vil hava geriðu á málinum um afturrindan av heilsutrygdargjaldi til útisiglarar. Tí hevur hann sett Margit Stóra, landsstýriskvinnu, hendan grein 52a fyrispurningin um málið:
1. Hvat er status við arbeiðinum at broyta lógina um heilsutrygd í sambandi við afturrindan av heilsutrygdargjaldi til útisiglarar?
2. Nær kann væntast meira nágreiniliga, at lógaruppskot verður lagt fyri tingið?
3. Hví hevur tað tikið so langa tíð at koma í tingið við hesum málinum ella einum lógaruppskoti?
4. Hvat er endaliga metta endurgjaldið til teir/tey, sum hava goldið heilsutrygdargjaldið av órøttum?
Í viðmerking til fyrispurnignin vísir Johan Dahl á, at útisiglarar fingu viðhald í bæði kærunevnd, Føroya Rætti og Landsrættinum, og tá ið Heilsutrygd ætlaði í Hægsta Rætt við málinum, fekst ikki loyvi til at royna tað har. Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, skuldi tí gera eitt lógaruppskot, so teir útisiglarar, ið hava goldið heilsutrygdargjald av órøttum, kunnu fáa pengarnar aftur.
– Mett verður, at neyðugt er at gera eina lógarbroyting, soleiðis at heimild fæst til at rinda heilsutrygdargjald afturvirkandi til persónar, sum av órøttum hava goldið ov nógv í heilsutrygdargjaldi, sigur hann.
– Síðan kom fram alment, at lógaruppskotið um broyting í heilsutrygdarlógini verður klárt til at leggja fyri Løgtingið fyrst í nú nýggju tingsetuni, men enn er onki at frætta í málinum, og tað kann ikki góðtakast, at málið blívur við at draga út. Tí verður hesin fyrispurningurin settur, sigur Johan Dahl.