Pelé er deyður

Fótbóltshetjan úr Brasil er farin foldum frá.

Ein hin størsta fótbóltshetjan í fótbóltsøguni er farin.

 

Edson Arantes Do Nascimento, ella Pelé, gjørdist 82 ára gamal.

 

Hetta vita útlendskir miðlar at siga í kvøld.

 

Pelé hevur havt krabbasjúku, og hevur stríðst við sjúkuna í longri tíð. Í novenber varð hann innlagdur á sjúkrahús, men støðan gjørdist ikki betri, og sum desember mánaði leið gjørdist greitt, at støðan var alt annað enn góð.

 

Pelé vann HM 3 ferðir fyri Brasil. Í 1958, 1962 og í 1970.