Forlagið Sprotin skipar fyri.
Skráin er henda:
- Arnbjørn Dalsgarð gevur út stuttsøgusavn, har enki er, sum tað tykist vera. Tú verður konstant snýttur. Av sonsunum, fordómunum og fortreytunum.
Hans Jacob Kolslíð prátar við Arnbjørn.
- Hanna Andreassen hevur skrivað bók um at standa einum menniskja nær, sum líðandi er farið at gloyma. Um ein pápa, ið broytist – og um eina dóttur, sum lærir at bera sorgina, áðrenn hon missir.
Durita Fagradal Augustinussen tosar við Honnu.
- Tollaksmessudag í 2023 fylti Bárður Jákupsson 80 ár og skipaði fyri stórari framsýning, sum umboðaði mongu tættirnar í hansara listaliga avriki. Níggju listakøn fólk hava skrivað um hvør sín part av stóra avrikinum. Kinna Poulsen hevur samskipað verkið.
Uni Holm Johannesen tosar við Bárð og Kinnu.
Tónleikur: Ása Helena Brynjarsdóttir.
Umrøddu bøkurnar fáast við avsláttri.