EB/Streymur hevði stórt gagn av teimum trimum innanhýsis dystunum móti B68 í hesum kappingarárinum.
Fyrsti dysturin endaði við javnleiki, meðan hinir báðir endaðu við sigri til EB/Streym, ið sostatt vann sjey stig í hesum uppgerðunum, meðan B68 bert fekk eitt stig.
Samlaða málúrtøkan í hesum trimum innanhýsis dystunum gjørdist 6-3 til EB/Streym.
Marius Nielsen hjá EB/Streymi skoraði í øllum trimum dystunum móti B68.
B68-EB/Streymur 1-1 (0-1) - 3. mai.
0-1 Marius Nielsen (27.)
1-1 Fríði í Túni Petersen (80.)
EB/Streymur 2-0 (0-0) - 14. juni
1-0 Marius Nielsen (76.)
2-0 Búi Egilsson (80.)
B68-EB/Streymur 2-3 (0-2) - 19. september
0-1 Gutti Dahl Olsen (27.)
0-2 Marius Nielsen (45.)
1-2 Loick Lespinasse (52.)
2-2 Loick Lespinasse (69.)
2-3 Laurits Nørby (95.)
Kelda: FaroeSoccer