Ætlanin er at broyta økið frá A1 til A4. Tað skal geva møguleika fyri opnari og tættari bygging, sum kann býtast sundur í fleiri sjálvstøðugar bústaðareindir.
Kommunan sigur, at endamálið er at skapa møguleika fyri so nógvum bústaðareindum sum gjørligt á Lygnnesi.
Økið hevur nýliga verið boðið út, og tí verður freistin hesaferð stytt niður í tríggjar vikur. Kommunan vil á tann hátt skjótt fáa greiðu á, um áhugi er fyri at byggja á økinum.
Tilboð skulu latast inn umvegis Útboðsportalin hjá Tórshavnar kommunu. Har kunnu umsøkjarar og fyritøkur skráseta seg, lata inn tilboð og seta spurningar um útboðið. Svarini verða almannakunngjørd í navnleysum líki.
Freistin at lata inn tilboð er 12. oktober 2026 klokkan 12.
Kann geva fleiri bústaðir
Broytta byggisamtyktin kann fáa stóran týdning fyri, hvussu nógv kann byggjast á økinum. Við at fara frá A1 til A4 verður lagt upp til tættari bygging og fleiri sjálvstøðugar bústaðareindir enn eftir verandi ásetingum.
Tað merkir, at Lygnnes kann gerast eitt munandi størri bústaðaøki, um áhugi er frá byggifyritøkum og verkætlanirnar verða førdar út í lívið.