info
Ongi úrslit
© Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix
Troels Lund Poulsen, formaður í Venstre. Flokkurin er komin niður á 5,8 prosent í nýggjastu Voxmeter-kanningini. (Savnsmynd).

Venstre niður á 5,8 prosent í nýggjari veljarakanning

Danski flokkurin Venstre fær lægstu uppbakning nakrantíð í Voxmeter-kanning. Flokkurin stendur nú til bara 5,8 prosent av atkvøðunum og tíggju sessir í Fólkatinginum.

Eirikur Lindenskov
21. september 2026 kl. 12:30

Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau.

Fyri einari viku síðani hevði Venstre 7,0 prosent, og vikuna frammanundan 7,1 prosent. Úrslitið á 10,1 prosent við fólkatingsvalið 24. mars var longu tað ringasta í søgu floksins. Statistiska óvissan í nýggju kanningini er 1,4 prosentstig.

Fallið kemur í kjalarvørrinum á stríðnum um donsku taðingarlógina. Tá hon varð samtykt 3. september, atkvøddu fimm av fólkatingslimunum hjá Venstre ímóti flokslinjuni: Søren Gade, Amanda Heitmann, Anni Matthiesen, Preben Bang Henriksen og Peter Juel-Jensen. Lógin leggur nýggjar karmar fyri útlát av millum annað køvievni frá landbúnaðinum.

Í nýggju kanningini er Venstre bara fimtstørsti flokkurin í bláa blokkinum.

Dansk Folkeparti stendur til 14,1 prosent, Liberal Alliance til 10,8 prosent, Konservative til 9,1 prosent og Danmarksdemokraterne til 6,5 prosent. Sambært Ritzau er hetta samstundis besta Voxmeter-kanningin hjá Dansk Folkeparti síðani apríl 2019.

Formaðurin í Venstre, Troels Lund Poulsen, boðaði undan valinum í mars frá, at hann var forsætisráðharravalevni. Hann var eisini eina stutta tíð kongaligur kannari, áðrenn Mette Frederiksen skipaði stjórn.

Venstre hevur í nógv ár verið ein av stóru valdsflokkunum í donskum politikki. Anders Fogh Rasmussen var forsætisráðharri frá 2001 til 2009, meðan Lars Løkke Rasmussen sat frá 2009 til 2011 og aftur frá 2015 til 2019.

Kanningin hjá Voxmeter byggir á samrøður við 1.003 umboðandi útvald fólk yvir 18 ár og varð gjørd frá 14. til 20. september.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

Í gjár kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skúlabygningurin kann nú gerast veruleiki

1 minuttur síðan
Tíðindi

Serfrøðingur: Nógvir russar ynskja frið

1 tími síðan
Fótbóltur

Sjey stig til EB/Streym og eitt stig til B68

1 tími síðan
Tíðindi

Listafólk skulu prýða nýggja Sansagarðin á Setrinum

1 tími síðan
Tíðindi

Vøggusangur í Argja kirkju

1 tími síðan
Tíðindi

Google fær milli­arda­bót fyri stað­setingar­dátur

1 tími síðan
Fótbóltur

AC Horsens tryggjaði sær javnleik í yvirtíðini

2 tímar síðan
Tíðindi

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

3 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta atmos­fer­iska bumb­an í Norð­ur­atlants­ahavi í heyst

3 tímar síðan
Tíðindi

Ljósareyður oktober við felagsskapi og rørslu

3 tímar síðan
Tíðindi

Útnorður­dag­ur set­ur sjón­eykuna á tað gráa gullið

3 tímar síðan
Tíðindi

Iran hóttir við nýggjum vápnum og nýggjum málum

3 tímar síðan