Landsverk hevur lýst út kapping um listprýðing av nýggja Sansagarðinum hjá Fróðskaparsetrinum.
Endamálið er at fáa eitt listaverk, sum bæði hevur høga listarliga góðsku og originalitet og samstundis hóskar til visjónina og karmarnar fyri Sansagarðin.
Í metingini verður eisini hugt at, um uppskotið er realistiskt, tá ið tað ræður um fígging, haldgóðsku og tíðarætlan, umframt rakstur og viðlíkahald.
Útboðið varð kunngjørt 18. september. Freistin at seta spurningar er 16. oktober klokkan 14, og freistin at lata uppskot inn er 23. oktober klokkan 14.
Ætlanin er, at vinnarin verður kunngjørdur 30. juni 2027.
Tað er Verkætlanardeildin hjá Landsverki, sum stendur fyri útboðnum.
Á Keypsportalinum stendur veitingardagurin sum 31. august 2030, men samstundis verður gjørt vart við, at henda dagfesting ikki er røtt. Hon stendur har, tí veitingardagur er eitt kravt felt í skipanini. Rætti veitingardagurin verður ásettur, tá verklagslóg og sáttmáli eru gjørd.