info
Ongi úrslit

Serfrøðingur: Nógvir russar ynskja frið

- Fleiri politikarar eru fongslaðir, og fleiri liva í útlegd, eins og nógvir ivaspurningar hava verið við valinum, har valeftirlitsfólk eru víst burtur, sigur russlandsserfrøðingur

Vilmund Jacobsen
21. september 2026 kl. 12:16

Russlandsserfrøðingurin, Inna Sangadzieva, sigur, at valúrslitið í Russlandi vísir, hvussu lítið er eftir av møguleikunum hjá fólki í Russlandi at ávirka tað, sum hendir í landinum, men hóst hetta, so royna fólk at ávirka.

Russar hava nú sett sín kross. Tíggju flokkar stillaðu upp til val, og sambært forsagum fara seks av hesum flokkum at fáa umboð í russisku Duma'ini.

Hóast valúrslitið ikki verður kunngjørt fyrr enn í fyrsta lagi hin 25. september, er eingin ivi um, at russiski forsetin, Vladimir Putin, fer at halda fram at stýra landinum. Flokkur hansara - Sameint Russland - liggur til at fáa stívliga 50 prosent av atkvøðunum.

- Russland er vorðið eitt einaveldi, sigur Inna Sangadzieva við norska Tv2.

Hon situr í Helsingforsnevndini og er serfrøðingur í russskum viðurskiftum. Hon sigur, at valúrslitið í Russlandi er ikki eftirfarandi.

Fyri at finna út av, hvat vanligi russarin heldur, og hvat fólk halda um russiska forsetan, brúkar Inna Sangadzieva aðrar keldur.

- Russar kunnu ikki við sínari atkvøðu vísa, hvat teir halda um russisku krígsførsluna í Ukraina, tí einasti flokkur, sum legði upp til friðarsamráðingar, slapp ikki at stilla upp. Hetta var ein avgerð, sum Hægstirættur í Russlandi tók.

Inna Sangadzieva vísir á, at Jabloko-flokkurin í fyrstu syfti fekk loyvi at stilla upp, men síðan misti flokkurin rættin at stilla upp.

- Tá fólk eru spurd, um tey vildu havt stuðlað hesum flokki, um flokkurin slapp at stilla upp, søgdu 18-25 prosent, at tað høvdu tey gjørt. Hetta er i tí Russlandi, vit hava í dag. So, í veruleikanum kundi undirtøkan fyri flokkinum verið enn størri, sigur russlandsserfrøðingurin.

Hon vísir eisini til spurnarkanningar, sum triðja hvønn mánað hava verið í Russlandi, og her siga fleiri enn 60 prosent av russum, at tey ynskja friðarsamráðingar og eina friðaravtalu.

- Tað eru eins nógv, sum eru troytt av krígnum og ynskja, at kríggið heldur uppat, sigur hon. Eftir at hava fylgt flokkinum hjá Putin, Sameint Russland og forsetanum sjálvum, sigur hon, at hvørki flokkurin ella forsetin sjálvur eru populer, sum hon tekur til.

Inna Sangadzieva sigur seg slett ikki trúgva almennu tølunum, sum vísa, at flokkurin hjá Vladimir Putin fær fleiri enn 50 prosent av atkvøðunum.

- Alt hetta er "kunstugt", sum hon tekur til, og eg vil meta, at tað eru í mesta lagi 20 prosent av fólkinum, sum stuðla russiska forsetanum, sigur russlandsserfrøðingurin og limurin í Helsingforsnevndini.

Hon leggur aftrat, at fleiri politikarar eru fongslaðir, og fleiri liva í útlegd, eins og nógvir ivaspurningar hava verið við valinum, har valeftirlitsfólk eru víst burtur.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

Í gjár kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skúlabygningurin kann nú gerast veruleiki

0 minuttir síðan
Tíðindi

Venstre niður á 5,8 prosent í nýggjari veljarakanning

46 minuttir síðan
Fótbóltur

Sjey stig til EB/Streym og eitt stig til B68

1 tími síðan
Tíðindi

Listafólk skulu prýða nýggja Sansagarðin á Setrinum

1 tími síðan
Tíðindi

Vøggusangur í Argja kirkju

1 tími síðan
Tíðindi

Google fær milli­arda­bót fyri stað­setingar­dátur

1 tími síðan
Fótbóltur

AC Horsens tryggjaði sær javnleik í yvirtíðini

2 tímar síðan
Tíðindi

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

3 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta atmos­fer­iska bumb­an í Norð­ur­atlants­ahavi í heyst

3 tímar síðan
Tíðindi

Ljósareyður oktober við felagsskapi og rørslu

3 tímar síðan
Tíðindi

Útnorður­dag­ur set­ur sjón­eykuna á tað gráa gullið

3 tímar síðan
Tíðindi

Iran hóttir við nýggjum vápnum og nýggjum málum

3 tímar síðan