Málið um gongugjaldið á Slættaratindi fær nú eina greiða løgfrøðiliga niðurstøðu frá landsstýrismanninum í vinnumálum.
Liljan Weihe spurdi Jacob Vestergaard, um tað er lógligt at krevja 200 krónur frá ferðafólkum fyri at ganga niðan á Slættaratind, tá eingin gjørd gøta, ferðaleiðari, ves ella onnur ítøkilig tænasta fylgir við gjaldinum.
Svarið er nei.
– Eftir ferðavinnulógini er tað ikki lógligt at krevja gjald frá ferðafólki fyri at ganga eina farleið, uttan so at nøkur ítøkilig tænastuveiting fylgir við gjaldinum, svarar Jacob Vestergaard.
Hann staðfestir eisini, at tað ikki ber til at krevja pengar inn nú fyri eina tænastu, sum ætlanin er at veita seinni.
– Gjald kann ikki verða tikið fyri eina tænastu, sum ætlanin er at veita í framtíðini, sigur landsstýrismaðurin.
Hetta er beinleiðis viðkomandi fyri skipanina á Slættaratindi, har útlendsk ferðafólk seinastu vikurnar hava verið biðin um at rinda 200 krónur fyri at ganga niðan á fjallið. Á skeltum hevur verið víst til, at peningurin millum annað skal fíggja eina nýggja gøtu og annað undirstøðukervi.
Politiið kann steðga ólógligari innkrevjing
Liljan Weihe spurdi eisini, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera, um innkrevjingin ikki hevur lógarheimild.
Jacob Vestergaard sigur, at hann sjálvur ikki hevur heimild at handhevja ferðavinnulógina.
Tann uppgávan liggur hjá politinum.
Sambært svarinum kann politiið krevja, at ólógligar forðingar verða tiknar burtur, og at onnur viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við ferðavinnulógina, verða fingin í rættlag.
Málið hevur fingið serligan ans, tí Jacob Vestergaard fyrst í september segði, at hann sum so einki skeivt sá í, at ferðafólk skulu gjalda fyri at uppliva føroysku náttúruna.
Ferðavinnugrunnurin kann fíggja gøtur
Landsstýrismaðurin váttar eisini, at eitt av endamálunum við burðardygdargjaldinum er at savna pening í ein grunn, sum kann brúkast til at gera og viðlíkahalda farleiðir og til onnur átøk, ið skulu menna ferðavinnuna kring landið.
Tey, sum krevja burðardygdargjald, skulu lata TAKS yvirlit yvir innkravda gjaldið. Enn er tó eingin peningur komin inn til TAKS, og grunnurin er heldur ikki skipaður.
Jacob Vestergaard upplýsir at enda, at uppskot til broytingar í ferðavinnulógini er á veg. Ætlanin er millum annað at styrkja rættindini hjá bóndum og geva teimum størri frælsi til sjálvar at áseta gjald og treytir fyri ferðafólk, sum vilja ganga í teirra haga.