info
Ongi úrslit

Politikkur og okkara grundvirði

Lillian Bjarnadóttir Poulsen, valevni fyri Fólkaflokkin
6. desember 2022 kl. 13:54

Tann kristna fatanin hevur í øldir verið grundarlagi undir øllum okkara gerandislívi, og hevur eisini verið grundarlagi í øllum lóggávum og tað er tað, sum hevur gjørt, at okkara land er millum heimsins bestu lond.

Nú tykist broyting at vera komin í. Hugtakið at vera liberalur sýnist at hava broytt týdning frá frælslyndi til at fata um opinleika fyri øllum, sum er uppi í tíðini – bæði av góðum og minni góðum.

At vera liberalur er nú at vera rúmligur mótvegis øllum rákum, og verður marknaðarført sum rætta alternativið til kristna borgarliga lívið.

At vera liberalur er sostatt blivið til, at alt tað siðbundna er ivasamt og skal fyri bakka. Nýggja definitiónin slóðar fyri, at kirkjan sum stovnur og trúðarlívið annars skal lofta og ikki solda millum rákini, sum eru uppi í tíðini.

 

Hetta hevur við sær, at trúðarlívið verður mentan á jøvnum føti við virksemið í sjónleika-, lista- og leikhúsum. Soleiðis verða súlurnar undir okkara samfelagi skakaðar.

Vit hava religiónsfrælsi, og kann tann einstaki sjálvsagt lýsa seg leysan av átrúnaði. Tað er tíbetur lógartryggjaður rættur.

Men samfelagið hvørki kann ella skal lýsa seg leyst av teimum kristnu virðunum. Tað er tí neyðugt við tí kristna grundarlagnum, sum eru karmarnir um tað virðiliga samfelagið.

Hjá okkum er tann kristni boðskapurin súlan undir okkara fólkaræði, sum tryggjar mannarættindi, trúarfrælsi og talufrælsi. Hetta er eisini tað, sum tryggjar rættartrygd og materiellan framburð.
 

Á Løgtingi kunnu vit gera mun, so siðbundnu virðini verða vird, tá støða verður tikin til rákini, sum eru uppi í tíðini. 

 

Lillian Bjarnadóttir Poulsen

Fólkaflokkurin

 

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

Í gjár kl. 22:59

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

Í gjár kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Motorar til Smyril fyri 74 milliónir vórðu ikki bodnir út

20 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Dómarin dømdi Føroyar-Spania á Tórsvølli í 2019

1 tími síðan
Fótbóltur

Føroyar deila eitt javnleiks-met við tvey onnur landslið

7 tímar síðan
Tíðindi

Partrolarapørini eru øll til fiskiskap

8 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Danmark smurdi Portugal av

9 tímar síðan
Tíðindi

Demokratur vinnur guvernørvalið í Alaska

9 tímar síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

10 tímar síðan
Tíðindi

Sjey frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi

10 tímar síðan
Fótbóltur

Her er nýggi venj­ar­in hjá besta mans­lið­num hjá B36

11 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin tapti seinna dystin móti Zug við 22 málum

11 tímar síðan
Hondbóltur

Óli og Jóhan vóru toppskjúttar -Teis vann á Magnusi

11 tímar síðan
Tíðindi

Beinir Johannesen: Vit hækka ikki skattir og gjøld hetta valskeiðið

11 tímar síðan