info
Ongi úrslit

Nations League: Dómarin dømdi Føroyar-Spania á Tórsvølli í 2019

Tað verður ein royndur albanskur dómari, ið dømir finaluna um annað plássið

Mynd: Albanska Fótbóltssambandið
Heri Á. Simonsen
15. november 2026 kl. 06:15

Í morgin klokkan 15 er sannleikans tími hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.

Tá mugu okkara aftaná fimm javnleikir í fimm dystum í bólki 3 í Nations League C vinna seinasta dystin í bólkinum fyri at knógva annað plássið, og harvið fáa tveir røkk støkk dystir móti einum liði úr Nations League deild B um rættin at spæla í deild B.

Mótstøðuliðið verður Moldova, ið er næstfremst í bólkinum við sjey stigum. Føroyar hava fimm stig og mugu tí vinna dystin.

Tað verður ein royndur altjóða dómari sum fer at leiða dystin millum Føroyar og Moldova.

Talan er um 42 ára gamla albanska dómaran, Enea Jorgji sum hevur verið altjóða dómari síðani 2011.

Enea Jorgji hevur tvær ferðir áður dømt dystir hjá føroyskum landsliðum.

Fyri meir enn sjey árum síðani, 7. juni í 2019 dømdi Enea Jorgji EM-undankappingardystin á Tórsvølli millum Føroyar og Spania, ið endaði við 4-1 sigri til Spania. Tað var í hesum dystinum Klæmint A. Olsen skoraði fyrsta málið fyri føroyska landsliðið.

Heilt afturi í 2011. Nærri sagt 6. september í 2011 dømdi Enea Jorgji ein av sínum fyrstu altjóða dystum. Talan var um U21 EM-undankappingardystin í Uzice millum Serbia og Føroyar. Serbia vann dystin 5-1. Róaldur Jakobsen legði Føroyar á odda tíðliga í dystinum.

Kelda: FaroeSoccer

FØROYAR vs. MOLDOVA

Dómari: Enea Jorgji ALB

Hjálpardómari 1: Denis Rexha ALB

Hjálpardómari 2: Ridiger Çokaj ALB

Fjórði dómari: Juxhin Xhaja ALB

VAR dómari: Tomasz Kwiatkowski POL

VAR hjálpardómari: Albert Doda ALB

UEFA dómaraeygleiðari: Robert Sedlacek AUT

UEFA umboð: Mark Heap ENG

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

Í gjár kl. 22:59

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

Í gjár kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Føroyar deila eitt javnleiks-met við tvey onnur landslið

6 tímar síðan
Tíðindi

Partrolarapørini eru øll til fiskiskap

7 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Danmark smurdi Portugal av

7 tímar síðan
Tíðindi

Demokratur vinnur guvernørvalið í Alaska

8 tímar síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

9 tímar síðan
Tíðindi

Sjey frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi

9 tímar síðan
Fótbóltur

Her er nýggi venj­ar­in hjá besta mans­lið­num hjá B36

9 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin tapti seinna dystin móti Zug við 22 málum

9 tímar síðan
Hondbóltur

Óli og Jóhan vóru toppskjúttar -Teis vann á Magnusi

10 tímar síðan
Tíðindi

Beinir Johannesen: Vit hækka ikki skattir og gjøld hetta valskeiðið

10 tímar síðan
Tíðindi

Forkunnugar vitjanir í Betesda sunnudagin

10 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: VÍF vann á Team Klaksvík

10 tímar síðan