info
Ongi úrslit

Føroyar deila eitt javnleiks-met við tvey onnur landslið

Føroyar eru eitt av trimum landsliðum at leika javnt í fimm kappingardystum á rað

Heri Á. Simonsen
15. november 2026 kl. 00:05

Onkur hevur spurt um fimm javnleikir á rað, sum í førinum hjá føroyska landsliðnum í Nations League er met? Tað er tað ikki í sær sjálvum.

Millum 8. oktober í 2016 og 4. juni í 2017 leikti fótbóltslandsliðið hjá afrikanska landinum, Gabon átta javnleikir á rað. Tað er í sær sjálvum met. Men talan var um dystir í ymiskum høpum. Gabon leikti javnt tá javnt í tveimum HM-undankappingardystum, trimum AFCON undankappingardystum, og trimum venjingardystum. Millum HM-undankappingardystirnar og AFCON undankappingardysturin var tann eini javnleikurin í einum venjingardysti.

So Gabon hevur ikki eins og Føroyar javnleikir í fimm kappingardystum í rað. Men teir hava metið fyri fyri flest javnleikir á rað í altjóða skrásettum dystum. Teir átta javnleikirnir á rað hjá Gabon vóru móti Marokko, Mali, Komoros, Guinea-Bissau, Burkina Faso, Kamerun, Guinea og Sambia.

Millum 25. mai í 1972 og 9. oktober í 1976 endaðu fimm HM-undankappingardystir á rað hjá Ungarn við javnleiki. Tó var tann fimti javnleikurin ikki í somu HM-undankapping, sum teir fyrstu fýra javnleikirnir. Teir fimm HM-undankappingar javnleikirnir hjá Ungarn á rað vóru móti Svøríki úti og heima, og Eysturríki úti og heima. Fimti javnleikurin var móti Grikkalandi.

So í grundini sláa teir fimm javnleikirnir á rað hjá Føroyum teir fimm hjá Ungarn, tá javnleikirnir hjá Føroyum eru kappingardystir í somu kapping.

Millum 1. desember í 1976 og 10. august í 1980 leikti Kosta Rika javnt í fimm HM-undankappingardystum á rað. Eins og hjá Ungarn, so var tann fimti javnleikurin í eini aðrari HM-undankapping enn fýra teir fyrru. Teir fimm javnleikirnir hjá Kosta Rika á rað vóru móti El Salvador, úti og heima, og Guatamala, úti og heima. Fimti javnleikurin var móti Panama.

Í grundini sláa teir fimm javnleikirnir á rað hjá Føroyum eisini teir fimm hjá Kosta Rika.

Skuldi vita so illa til, at Føroyar spæla javnt ímóti Moldova, ið sendir Moldova víðari til røkk støkk dystirnar. So eru Føroyar fyrsta fótbóltslandsliðið við seks javnleikum á rað í seks kappingardystum í somu kapping.

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

Í gjár kl. 22:59

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

Í gjár kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Partrolarapørini eru øll til fiskiskap

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Danmark smurdi Portugal av

1 tími síðan
Tíðindi

Demokratur vinnur guvernørvalið í Alaska

2 tímar síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

2 tímar síðan
Tíðindi

Sjey frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi

3 tímar síðan
Fótbóltur

Her er nýggi venj­ar­in hjá besta mans­lið­num hjá B36

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin tapti seinna dystin móti Zug við 22 málum

3 tímar síðan
Hondbóltur

Óli og Jóhan vóru toppskjúttar -Teis vann á Magnusi

4 tímar síðan
Tíðindi

Beinir Johannesen: Vit hækka ikki skattir og gjøld hetta valskeiðið

4 tímar síðan
Tíðindi

Forkunnugar vitjanir í Betesda sunnudagin

4 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: VÍF vann á Team Klaksvík

4 tímar síðan
Hondbóltur

Natasja Hammer spældi dyst 15 dagar eftir barnsburð

5 tímar síðan