Tað upplýsir Kringvarp Føroya, sum hevur kannað, hvussu arbeiðið við at skifta høvuðsmotorarnar á Smyrli er fyrireikað.
Sambært Kringvarpinum hevur eingin annar veitari í føroysku skipasmiðjuvinnuni fingið møguleika at bjóða upp á arbeiðið.
MEST varð politiskt vald til uppgávuna, uttan at onnur tilboð vórðu innheintað.
Løgtingið hevur viðgjørt uppskotið frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í samferðslumálum, um at játta í mesta lagi 74,4 milliónir krónur til nýggjar høvuðsmotorar til Smyril.
Umleið helvtin av upphæddini er ætlað til at keypa motorarnar, og hin helvtin til at seta teir í skipið.
Motorarnir skulu eftir ætlan setast í í 2028, men teir mugu bíleggjast í góðari tíð.
Smyril skal sigla í nógv ár afturat
Smyril varð bygdur í 2005, og Strandfaraskip landsins hava upplýst, at nýggju motorarnir kunnu leingja lívstíðina hjá skipinum við 10 til 15 árum.
Samstundis verður væntað, at oljunýtslan og útreiðslurnar til viðlíkahald fara at minka.
Men tað eru ikki bara motorarnir, sum skulu skiftast.
Sambært Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum verður neyðugt við umfatandi umvælingum av Smyrli næstu árini, og samlaði kostnaðurin kann koma upp í 200 milliónir krónur.
Nýggju upplýsingarnar um, at motorarbeiðið ikki varð boðið út, reisa spurningin um, hvussu landsstýrið hevur tryggjað, at landskassin fær arbeiðið gjørt fyri ein kappingarføran prís.
Tað er ikki við hesum staðfest, at galdandi útboðsreglur eru brotnar.
Kelda: Kringvarp Føroya.