Russar hava oyðilagt átta Leopard stríðsvognar

Tað er trupult at fáa søgur av hermótinum váttaðar av óheftum keldum í løtuni.

Russiska verjumálaráðð sigur í kvøld, at ukrainski herurin heldur fram við álopunum í Donetsk har eysturi í Ukraina. 

 

Tað er trupult at fáa søgur av hermótinum váttaðar av óheftum keldum, men russar vilja vera við, at teir hava oyðilagd átta Leopard stríðsvognar.

 

Sambært tíðindastovuni Reuters, sum endurgevur russiska verjumálaráðið, hevur Ukraina nógv herfólk við hermótini í Donetsk.

 

- Men, øll álop har eysturi í Ukraina verða steðgað av russisku herdeildunum, leggur tíðindastovan aftrat.

 

Tað eru fleiri serfrøðingar, sum ivast í neyvleikanum í tíðindunum, sum russiska verjumálaráðið ber um gongdina í krígnum í Ukraina í løtuni.