info
Ongi úrslit

Sigur landsstýrið veruliga nei til 70 mió?

Dánial Hoydal
5. oktober 2024 kl. 11:27

Ætlanin um at byggja nýtt, stásiligt sjósavn var fyri stórum bakkasti, tá landsstýriskvinnan í hósdagin í Degi & viku gjørdi greitt, at landið ikki stuðlar ætlanini á fíggjarlógini. Hetta merkir helst, at landið missir 70 mió. Tað tykist ein margháttligraðfesting.

45 mió eru longu fingnar til vega av savnaðu 113, og stórur áhugi er frá grunnum og øðrum at stuðla verkætlanini. Eisini er øll føroyska sjóvinnan við, har nógvar av stóru vinnufyritøkunum hava latið stóran stuðul og givið skrivlig viðmæli.

Men allir útlendsku grunnarnir vilja tryggja sær, at stuðul er frá landinum. M.a. vitjaði stjórin í einum av størstu grunnunum sjósavnið hósdagin, og hóast hann var serstakliga jaligur, spurdi hann: hvar er landið í hesum? So vantandi stuðulin frá landinum kann forkoma øllum, meðan sjálvt ein minni játtan hevði kunna prógvað, at landið er við.

Tær fingnu 45 mió eru allar tíðaravmarkaðar. So tær fella eisini burtur, um fíggingin ikki fæst til vega skjótt.

70 mió skulu ætlandi koma frá útlendskum stuðulsveitarum. Tær eru tí ein beinleiðis innspræning í landsbúskapin. Lønarparturinísbv. verkætlanina einsamallur er eitt stað millum 30-40%, svarandi til 40 mió. Skatturin til landið er 41%, tað vil siga 16,2 mió. beint aftur í landskassan.

At landið sigur nei takk til 70 mió er óskiljandi. Var tað ein útreiðsla, var tað skilligt, nú landið skal spara, men hví sigur man nei til 70 mió? Vit heita á landsstýrið, Fíggjarnevnd og løgtingið um at umráða seg.

Og her verður als ikki komið inn á stóru møguleikarnar, eitt nýtt sjósavn skapar upp á sikt. Eri staddur í Ålesund, har eg vitji stóra Atlanterhavsparken, ið árliga hevur fleiri enn 200.000 vitjandi, hóast tað liggur í einum býi, ið ikki er nógv størri enn Havnin.

Dánial Hoydal, nevndarformaður í Føroya Sjósavni

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

12 minuttir síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

44 minuttir síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

1 tími síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

2 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

3 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

3 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

3 tímar síðan
Tíðindi

Geza var besti leikarin í heimatapi hjá Grimsby Town

4 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Stjørnan koppaði oddaliðnum í KÍ-høllini

4 tímar síðan