Sjúkrarøktarfrøðingarnir fara í verkfall

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur sent soljóðandi skriv til Fíggjarmálaráðið

Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar og varaleiðarar/toymisleiðarar frá mánadegi 2. oktober 2023 kl. 08:00, ið arbeiða á niðanfyri standandi deildum:

 

Landssjúkrahúsið

 

  • A2
  • A3
  • B5
  • B6
  • B7
  • B8
  • G1
  • G4
  • P40/PI
  • P40/PA

 

Klaksvíkar Sjúkrahús:

 

  • KS-3 seingjardeildin

 

Suðuroyar Sjúkrahús:

 

  • Seingjardeildin