info
Ongi úrslit

Skála sigraði í Klaksvík

1 DEILD: Marjus Nón var tvífaldur málskjútti, og nú er hann toppskútti á oddaliðnum

Jóannes Hansen
10. juni 2023 kl. 23:21

Síðsta leygardag endaði tað 1-1, tá ið Skála var í Gundadali og spældi ímóti B36.

Í kvøld var Skála í Klaksvík, og nú gekk tað soleiðis, sum tað hevur gjørt allar ferðirnar higartil í ár undantakið síðsta leygardag í Havn, og tá ið tað í triðja umfari endaði við 1-0 heimatapi ímóti FC Hoyvík.

Skála vann 3-0 í Klaksvík eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Tá ið KÍ flaggdagin var á Skála, vann heimaliðið 4-1.

Í kvøld var hálvur tími farin, tá ið Carlos Ferreira setti hol á. Portugisiski spælarin er sannur fongur á Skála. Í kvøld var hann fyri sættu ferð málskjútti.

Í seinna hálvleiki økti Skála um leiðsluna til 2-0 og 3-0. Í báðum førum var Marjus Nón málskjútti. Hann skoraði í 67. og 88. minutti. Marjus Nón flutti í vetur úr NSÍ og yvir á Skála, har hann hevur roynst hendinga væl. Nú er hann toppskjútti við átta málum.

Skála er topplið við 34 stigum. Tað eru trý stig aftur til NSÍ.

KÍ er á fimta plássi við 18 stigum. Tað eru tvey stig fram til B36, og tað er eitt stig aftur til HB.

Um tvær vikur fer KÍ at spæla á útivølli ímóti B36, og tá fer Skála at spæla á heimavølli ímóti B68.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

Í gjár kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Akustiskar konsertir við Elinborg

36 minuttir síðan
Nøvn

Kári og Poula 90 ár

1 tími síðan
Tíðindi

14,2 milliardir útgoldnar í lønum – vøksturin 6,3 prosent

1 tími síðan
Tíðindi

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

1 tími síðan
Tíðindi

Barnaverndartænasta opið hús

1 tími síðan
Tíðindi

Norröna sparir upp í 26 tons av CO₂ um vikuna við landstreymi í Íslandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Búskaparráðið leggur fram frágreiðing um fíggjarpolitiskt haldføri

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil styrkja sambondini við Brasil

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri enn 100.000 fólk í Japan eru 100 ár og eldri

2 tímar síðan
Tíðindi

Møguligt herverk steðgaði tokum

3 tímar síðan
Tíðindi

Seinasta ferðin hjá sluppini Verdandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Marglætisskip við 746 ferða­fólk­um á Havnini

3 tímar síðan