So er Sandshavið farið á fyrsta túrin

Stutt fyri middag í gjár loysti frystilínuskipið, Sandshavið, sum nú fer undir Føroyar at royna skipið, áðrenn farið verður til Grønlands.

Fyrr í ár varð frystilínuskipið Kristrún keypt úr Íslandi. Skipið er komið í flotan fyri ísfiskalínuskipið, Sandshavið, og ber nú navnið Sandshavið.

 

Seinnu árini hava víst, at møguleikarnir við frystilínuskipum eru nógv størri enn teir eru við ísfiskalínuskipum, serliga tá roynt verður á fjarleiðum.

 

Eftir at nakrar dagføringar og umvælingar eru gjørdar, sum Skipasýnið hevur kravt, hevur skipið seinastu dagarnar ligið á Sandi, har riggað hevur verið til fyrsta túrin.

 

Bæði høvuðsmotorur og ein ljósmotorur eru yvirhálaðir. 

 

Eyðvarur Petersen, skipari og ein av eigarunum, er spentur, nú farið er á fyrsta túrin.

 

- Vit fara fyrst undir Føroyar at royna skipið. Um alt gongur væl, fara vit til Grønlands at fiska okkara kvotu har yviri, sum er umleið upp í eina last. 

 

##med2##

Skiparin sigur, at tá grønlandstúrurin er lokin, eiga teir eisini upp í eina last í íslendskum sjógvi.

Sandshavið tekur millum 250 og 300 tons av frystum fiski.

 

- Vit eru spentir, og vit vóna, at alt fer at rigga væl rigga væl. Nýggja skipið gevur okkum møguleikar, sum vit hava droymt um í fleiri ár, sigur skiparin.

 

Nú Sandshavið fór á fyrsta túrin, eru bæði Eyðvarur Petersen og Virgar Hentze, sum eisini plagar at føra skipið, við, og umborð er eisini stýrimaðurin, Jóhan Hendrik Petersen.

 

Sandshavið hevur siglingarloyvi til 17 mans.

 

 

 

 

 


 

 

Eyðvarur Petersen, skipari og ein av eigarunum.