info
Ongi úrslit

Soleiðis verður koppsett fyri koronu í heyst og í vetur

Nú skulu vit fyrireika okkum upp á, at korona fer at ganga hvørt ár, akkurát sum influensa

Áki Bertholdsen
4. oktober 2022 kl. 17:18

Nú skulu vit vænta, at korona fer ganga á hvørjum ári, akkurát sum influensa. Tað sigur føroyski koppsetingarbólkurin, sum nú hevur lagt eina ætlan fyri, hvussu vit verða koppsett í heyst og í vetur.

Tað merkir, at vit mugu rokna við, at smittan kyknar upp aftur í heyst og í vetur. Tí fáa øll, sum eru 50 ár og eldri, umframt tey, sum eru í vandabólki, nú tilboð um endurkoppseting. Tað er tað tey kalla ein booster-vaksinatión.

Málið við koppsetingini í heyst er at byrgja fyri álvarsomum sjúkum, innleggingum og deyða. Í Føroyum fylgja vit tilmælunum frá danska heilsustýrinum, sum mælir til, at tað eru hesir báðir bólkarnir, sum eiga at fáa tilboð um at verða endurkoppsett fyri koronu nú í heyst

Hesi fáa tilboð um endurkoppseting (booster-vaksinatión) heystið og veturin 2022-23

Myndin er ikki tøk

Framvegis verður eisini eitt tilboð til fólk yngri enn 50 ár, sum eru í vandabólki, eitt nú fólk við nógv skerdari órinsverju, sum lækni hevur mett fara at fáa gagn av koppsetingini.

Frameftir fer koppsetingin fram á apotekunum og hjá kommunulæknunum og tað ber til at bíleggja tíð á korona.fo. Koppseting fer eisini fram hjá kommunulækna og tað ber til at bíleggja tíð til koppseting við at venda sær til kommunulæknaviðtaluna.

Men harafturat hava øll yvir 18 ár eisini framvegis tilboð um 1., 2. og 3. prik fyri koronu. Tey yvir 18 ár, sum enn ikki eru koppsett, hava sostatt framvegis møguleikan at verða koppsett.

Danska Heilsustýrið mælir framvegis til, at fólk, sum als ikki eru koppsett, verða koppsett við 1., 2. og 3. prikið, sjálvt um tey eisini eru yngri enn 50 ár, tí har kann vera ein ávísur vandi fyri ringari sjúku hjá teimum, sum ikki eru koppsett.

Vandin fyri álvarsligari sjúkugongd av koronu er størri, tess eldri tú ert, tí verða tað helst fólk frá umleið 40 árum, sum fara at fáa størsta gagn av at verða koppsett. Men yngri fólk kunnu eisini fáa gagn av tí, og serliga um tey hava vansar sum t.d. varandi sjúku, ovurfiti, og annað.

Í talvuni niðan fyri sæst, hvørji tey eru, sum eru í vandabólki

Myndin er ikki tøk

Børn og ung fáa ógvuliga sjáldan illa sjúk av omikron-variantinum av koronu, og tí fáa børnini ikki longur tilboð um at verða koppsett, men metir læknin at tey eiga at lata seg koppseta, kunnu tey verða tað.

Fylgt verður alla tíðina við gongdini, hvussu farsóttin háttar sær, og kann so statt broyta ætlanirnar, skuldi tørvur verið á tí, sigur koppsetingarbólkurin.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

Í gjár kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ocean Rainforest 48 milliónir í halli

10 minuttir síðan
Tíðindi

Útlendingur fekk skaða í haganum – tyrlan flutti hann á sjúkrahús

1 tími síðan
Tíðindi

Gøtunes sleipaði Arnarfell á Runavík

1 tími síðan
Fótbóltur

Ásla og liðfelagarnir mistu 2-0 leiðslu

1 tími síðan
Tíðindi

Grill elvdi helst til eld í úthúsi í Gásadali

1 tími síðan
Fótbóltur

Seks stig til NSÍ og trý stig til B36

2 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy hevur enn fyrsta stigið til góðar

8 tímar síðan
Tíðindi

AfD størstur – CDU rakk ikki upp um tinggáttina

8 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV misti sigurin í yvirtíðini

8 tímar síðan
Tíðindi

AfD vinnur – flokkurin hjá Merz er undir tinggáttini

9 tímar síðan
Fótbóltur

Mjällby hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

9 tímar síðan
Tíðindi

Faðir og sonur heimsmeistarar

9 tímar síðan