Fyrrapartin í dag varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Sp/f Lund, sum er felag hjá Jaspuri Langgaard á Nesi og Álvi Højgaard í Saltnesi.
- Kommunan hevur bjóðað út jørð, sum er umleið 1900 fermetrar á Lýðarsvegi, matr. nr. 404c. Tá freistin at bjóða var farin, var eitt boð komið.
Í Nes kommunu siga tey, at á býráðsfundi hin 22. juni varð samtykt - eftir tilmæli frá teknisku nevnd - at taka av tilboðnum hjá Jaspuri Langgaard og Álvi Højgaard, sum ætla at byggja 10 íbúðir.
- Ætlanin er at byggja trý hús. Tvey hús við trimum íbúðum og eitt hús við fýra íbúðum. Sniðið verður við íblástri frá siðbundu føroysku húsunum, og Norðsetur fer at standa fyri sjálvari byggingini.
Sagt verður, at nú sáttmálin er undirskrivaður við Nes kommunu, fer Sp/f Lund í næstum undir at gera lendið byggibúgvið.











