info
Ongi úrslit

Standa saman um Setrið

Uni Holm Johannesen, valevni fyri Javnaðarflokkin
30. november 2022 kl. 23:04

Vitan um aliútgerð. Vitan um happing í fólkaskúlanum. Vitan um plantur og djór á føroyska landgrunninum. Vitan um lesivanar hjá føroyskum børnum. Vitan um veður og aldu í Føroyum. Vitan um, hvussu okkara politiska skipan virkar.

 

Hetta eru bara nøkur fá dømi um virðismikla vitan, sum Fróðskaparsetrið framleiðir beint nú.

 

Her er talan um ítøkiliga vitan um okkara samfelag. Um okkara børn. Um okkara vinnu. Um okkara føroyska mál og okkara søgu. Um okkara lærarar. Um politikk, lóggávu og sosial viðurskiftini. Um okkara altjóða viðurskifti.

 

Útgávurnar, sum granskarar á Setrinum geva út, eru á einum høgum altjóða stigi og koma ofta út í viðurkendum tíðarritum uttanlands.

 

Vitanarframleiðslan stuðlar beinleiðis upp undir undirvísingina á Setrinum.

 

Tí mugu vit sláa manngarð, bæði um granskingina og um frálæruna, tí hesi hanga óloysiliga saman.

 

Um vit ikki styrkja og menna vitan um okkum sjálvi, hvør skal so gera tað?

 

Alt gott um, at føroyingar nema sær útbúgving uttanlands, men vit kunnu ikki dúva upp á Oxford University, Háskóla Íslands ella Århus Universitet, tá ið tað kemur til at vita meira um Føroyar.

 

Setrið stendur mær nær. Eg tók fyrstu árini av mínari útbúgving har, og seinni havi eg roynt meg sum bæði undirvísara og próvdómara.

 

Eg haldi, at vit mugu skapa bestu umstøður fyri okkara Fróðskaparsetur.

 

Tað gera vit við at:

• Raðfesta ein seturskála – eitt kampus – so hølisumrøðurnar gerast góðar

• Hækka stuðulin hjá teimum lesandi, so tey ikki noyðast at arbeiða fulla tíð við síðuna av lesnaðinum

• Tryggja setrinum altjóða góðkenningar

• Seta fleiri viðkomandi útbúgvingar á stovn

• Styrkja møguleikarnar fyri fjarlestri

 

Vit byggja land bæði við bókligari vitan og hegnigum hondum.Fróðskaparsetrið er eitt umráðandi amboð í fólkavøkstri og at fáa fólk at støðast, og eitt sterkari Setur kann bara hava við sær einar sterkari Føroyar.

Tí er Fróðskaparsetrið millum málini, eg fari at virka fyri, um eg verði valdur tann 8. desember.

 

Uni Holm Johannesen, løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

15 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

15 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Oddaliðini økja

19 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj vil steðga oljuálopum aftur fyri Patriot-rakettir

29 minuttir síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Sasja vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

50 minuttir síðan
Tíðindi

Minningarhald í Klaksvíkar kommuna

50 minuttir síðan
Lesarabrøv

Íløga í framtíðina

56 minuttir síðan
Hondbóltur

Beiskt tap hjá føroyingaliðnum í Noregi

1 tími síðan
Hondbóltur

Magnus Árason var toppskjútti í útisigri hjá Mors-Thy

2 tímar síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, pen­sjón­ir og til­búgv­ing á skránni á tingi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Rói var millum toppskjúttarnar í teprum sigri hjá Aarhus

2 tímar síðan
Tíðindi

Risastór makrelstyrja endaði í alinót hjá Mowi í Noregi

3 tímar síðan
Hondbóltur

Landsliðsliðskiparin slapp upp í part tá CSM Bukarest tók oddasessin

3 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli var fyri fyrsta tapinum í bestu svensku hondbóltsdeildini

3 tímar síðan