Í Svínoy kl. 11.00 við minnisvarðan
Helgi Mortensen flutti fram røðu – Kransar vórðu lagdir
Eftir haldið varð boðið til ein drekkamunn í dansistovuni
Á Syðradali varð minningarhald kl. 13.30 við minnisvarðan
Marjun Lómaklett, sóknarprestur, flutti fram røðu – og kransar vórðu lagdir
Eftir haldið varð boðið til drekkamunn í skúlanum.
Í Klaksvík varð minningarhald kl. 15.00 við minnisvarðan í gamla kirkjugarði
Pól Johannesen, trúboðari, flutti fram røðu. Kransar vórðu lagdir
Vitin luttók við sangi, og felagssangur var eisini.
Eftir haldið takkaði Sylvia Thomsen, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini. Og beyð síðani til drekkamunn í KFUM & K.
Kransar. Ið vórðu lagdir við minnivarðan í Klaksvík, Klaksvíkar Býráð, Karl H. Johansen, borgarstjóri
Føroya Landsstýri, Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Klaksvíkar Útróðrarfelag, Eyðálvur Vang, nevndarumboð
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Jastrid W. Niclasen, forkvinna
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Absalon Hansen, formaður
-
©