Ukraina er sinnað at steðga álopunum á russisk oljureinsiverk, um USA letur landinum Patriot-rakettir.
Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í samrøðu við Fox News í dag, sambært tíðindastovuni AFP.
Donald Trump, forseti í USA, hevur fleiri ferðir biðið Ukraina steðga hesum álopunum.
Í samrøðuni við Trey Yingst hjá Fox News sigur Zelenskyj, at hann hevur havt fleiri ymiskar samrøður við amerikanska forsetan um málið.
– Vit hava gjørt greitt, at vit eru noydd at svara aftur, tá Russland leypur á okkara orkuveiting, drepur okkara fólk og leypur á okkara el- og gassveiting, oljureinsiverk og alt annað, sigur Zelenskyj og leggur afturat:
– Vit søgdu, at um tit vilja hava okkum at lata vera við at leypa á russisk oljureinsiverk, so mugu russar gevast við at leypa á okkara orkuverk. Ein annar møguleiki er at geva okkum Patriot-rakettir. Vit skulu nokk finna pengarnar.
Amerikanska uttanríkisráðið góðkendi fríggjadagin søluna av 500 Patriot-rakettum til Ukraina. Sambært Zelenskyj kunnu tó ganga fleiri ár, áðrenn rakettirnar verða latnar.
RITZAU