info
Ongi úrslit

Magnus Árason var toppskjútti í útisigri hjá Mors-Thy

Teis Horn Rasmussen vann føroyingauppgerð, og liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen tapti

Mynd: Mors-Thy Håndbold
Heri Á. Simonsen
1. november 2026 kl. 21:15

Magnus Árason gjørdi veruliga vart við seg, tá hann og liðfelagarnir í Mors-Thy í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini vunnu 29-27 á Fredericia í Middelfart Sparekasse høllini. Í steðginum var Fredericia á odda 16-14.

Magnus skoraði seks mál upp á 10 málroyndir, og var toppskjútti hjá Mors-Thy. Í tveimum førum vann Magnus bóltin frá mótstøðuliðnum, tá Fredericia var í álopsstøðu.

Mors-Thy er nummar 11 í deildini við átta stigum.

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TTH Holstebro vunnu á heimavølli stórsigur 43-30 á liðnum hjá Paula H. Rasmussen og Jákupi Egholm, TMS Ringsted. Í steðginum var Holstebro á odda 23-16.

Teis var effektivur. Hann skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir, og hann vann eisini liðnum tvey brotskøst.

Holstebro er nummar 10 í deildini við níggju stigum. Ringsted er næstaftast við trimum stigum.

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus taptu á heimavølli 32-35 (13-18) fyri Sønderjyske.

Jóhan skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir.

Skanderborg-Aarhus er nummar átta í deildini við 14 stigum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

14 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tey rokast í Skúgvi í dag

30. oktober kl. 16:05

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Beiskt tap hjá føroyingaliðnum í Noregi

18 minuttir síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, pen­sjón­ir og til­búgv­ing á skránni á tingi

1 tími síðan
Hondbóltur

Rói var millum toppskjúttarnar í teprum sigri hjá Aarhus

1 tími síðan
Tíðindi

Risastór makrelstyrja endaði í alinót hjá Mowi í Noregi

1 tími síðan
Hondbóltur

Landsliðsliðskiparin slapp upp í part tá CSM Bukarest tók oddasessin

1 tími síðan
Hondbóltur

Pauli var fyri fyrsta tapinum í bestu svensku hondbóltsdeildini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fjórða dystin á rað fekk Hellas Verona úrtøku

2 tímar síðan
Hondbóltur

Füchse Berlin vendi 10-16 í steðginum til 32-29 sigur

3 tímar síðan
Tíðindi

Tveir Dan Sulli­van stilla upp í Al­aska – dóm­ari vís­ir sak­ frá sær

3 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

3 tímar síðan
Fótbóltur

Í annaðkvøld kann Stabæk senda Strømsgodset upp í bestu norsku fótbóltsdeildina

3 tímar síðan
Tíðindi

Aron fekk debut fyri Hearts á Hampden Park

4 tímar síðan