info
Ongi úrslit
Mynd: Fiskeridirektoratet

Risastór makrelstyrja endaði í alinót hjá Mowi í Noregi

Samskiftisleiðarin hjá Mowi sigur, at fiskurin í alibrúkinum nú verður tikin, og miðalvektin á laksinum liggur um 5,4 kilo

Vilmund Jacobsen
1. november 2026 kl. 20:29

Ein risastór makrelstyrja, sum var mett at viga heili 700 pund, endaði herfyri inni í einari alinót hjá Mowi í Noregi.

Hetta hendi fyri nøkrum døgum síðan í alibrúkinum, Skipningsdalen í Flekkefjord kommunu.

Eftir hendingina setti Mowi út gørn sambært galdandi reglum fyri at fáa fatur í laksi, sum var sloppin úr nótini.

Sambært kyst.no heldur Mowi ikki, at talan er um so nógvan laks, sum er rýmdur.,

Norska Fiskeridirektoratet hevur fylgt við gongdini í málinum.

Við heimasíðuna kyst.no sigur samskiftisleiðarin hjá Mowi, Morten Bertelsen, at tey løgdu til merkis, at ein makrelstyrka var komin inn í ta einu nótina í alibrúkinum.

- Makrelstyrjan varð skjótt fingin burtur aftur úr nótini av okkara starvsfólkum.

Hann sigur, at tey skjótt sóu, at hol var komið á nótina, og tí settu tey eisini út gørn, men her fingu tey ongan laks.

Morten Bertelsen sigur, at makrelstyrjan vigaði umleið 350 kilo - ella heili 700 pund!

Samskiftisleiðarin sigur við kyst.no, at fiskurin í alibrúkinum nú verður tikin, og miðalvektin á laksinum liggur um 5,4 kilo.

Einki verður sagt um, hvørt hetta er livandi vekt - ella kruvdur fiskur.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

13 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tey rokast í Skúgvi í dag

30. oktober kl. 16:05

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Magnus Árason var toppskjútti í útisigri hjá Mors-Thy

4 minuttir síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, pen­sjón­ir og til­búgv­ing á skránni á tingi

31 minuttir síðan
Hondbóltur

Rói var millum toppskjúttarnar í teprum sigri hjá Aarhus

34 minuttir síðan
Hondbóltur

Landsliðsliðskiparin slapp upp í part tá CSM Bukarest tók oddasessin

1 tími síðan
Hondbóltur

Pauli var fyri fyrsta tapinum í bestu svensku hondbóltsdeildini

1 tími síðan
Fótbóltur

Fjórða dystin á rað fekk Hellas Verona úrtøku

2 tímar síðan
Hondbóltur

Füchse Berlin vendi 10-16 í steðginum til 32-29 sigur

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir Dan Sulli­van stilla upp í Al­aska – dóm­ari vís­ir sak­ frá sær

2 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

2 tímar síðan
Fótbóltur

Í annaðkvøld kann Stabæk senda Strømsgodset upp í bestu norsku fótbóltsdeildina

3 tímar síðan
Tíðindi

Aron fekk debut fyri Hearts á Hampden Park

3 tímar síðan
Ítróttur

Myndir: Føroyar taptu finaluna móti Íslandi

3 tímar síðan