info
Ongi úrslit

Orkuískoyti, pen­sjón­ir og til­búgv­ing á skránni á tingi

Løgtingið kemur saman aftur mikudagin klokkan 13. Á dagsskránni eru millum annað uppskot um at veita orkuískoyti tvær ferðir í ár, hækka pensjónirnar og gera eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar.

Eirikur Lindenskov
1. november 2026 kl. 20:48

Eisini skulu kynslig brotsverk, tonsaskattur og tilbúgving viðgerast.

Fleiri ymisk mál eru á dagsskránni, tá Løgtingið kemur saman mikudagin klokkan 13.

Eitt av málunum er uppskotið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum, um at broyta lógina um familjuískoyti, so orkuískoyti kann verða veitt tvær ferðir í 2026.

Málið er komið til aðru viðgerð.

Sámal Petur vil hækka pensjónirnar

Sámal Petur í Grund hevur lagt fram uppskot til samtyktar um at hækka fólkapensjónir og fyritíðarpensjónir og minka um eftirsleipið hjá pensjónistum.

Endamálið er, at pensjónirnar í størri mun skulu fylgja við kostnaðarstøðinum.

Uppskotið verður viðgjørt fyrstu ferð og síðani beint í Trivnaðarnevndina.

Tilbúgvingarætlan fyri Føroyar

Eitt annað mál á skránni er uppskot um at gera eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar.

Uppskotið kemur til fyrstu viðgerð, og eftir viðgerðina verður tað beint í Vinnunevndina.

Málið verður viðgjørt í einari tíð, har trygdarpolitikkur, tilbúgving og verjan av týðandi undirstøðukervi fylla alsamt meira í politiska orðaskiftinum.

Vil kanna peningastreym úr Føroyum

Sámal Petur í Grund eigur eisini uppskotið um at greina og avmarka peningastreym úr Føroyum vegna útlendskan ognarskap í føroyskum fyritøkum og útlendskari arbeiðsmegi.

Endamálið er at fáa størri innlit í, hvussu pengar fara úr føroyska búskapinum, og kanna møguleikarnar fyri at avmarka henda peningastreym.

Málið verður beint í Vinnunevndina.

Tíggju tingfólk um kynslig brotsverk

Løgtingið skal eisini hava aðru viðgerð av uppskoti til samtyktar um kynslig brotsverk.

Tíggju tingfólk standa aftan fyri uppskotið: Sámal Petur í Grund, Høgni Hoydal, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir, Ruth Vang, Jenis av Rana, Steffan Klein Poulsen, Eirikur í Jákupsstovu, Liljan Weihe og Bjørg Brynhildardóttir Egholm.

Løgmaður við uppskoti um tonsaskatt

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur lagt fram uppskot um broyting í tonsaskattalógini.

Uppskotið snýr seg um reglurnar fyri skip, ið verða leigað sambært sokallaðum time-charter-avtalum.

Málið verður viðgjørt við 1. viðgerð og síðani beint í Fíggjarnevndina.

Ferðing hjá lesandi og lærlingum

Tingfundurin byrjar við umrøðu av einum skrivligum fyrispurningi frá Eiriki í Jákupsstovu til Bárð á Lakjuni, landsstýrismann.

Spurningurin snýr seg um frástøðuna millum bústað og undirvísingarstað hjá lesandi og lærlingum.

Málið kann geva grundarlag fyri orðaskifti um ferðing og møguleikarnar hjá teimum, sum mugu ferðast langt fyri at taka útbúgving.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

13 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tey rokast í Skúgvi í dag

30. oktober kl. 16:05

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Magnus Árason var toppskjútti í útisigri hjá Mors-Thy

27 minuttir síðan
Hondbóltur

Rói var millum toppskjúttarnar í teprum sigri hjá Aarhus

57 minuttir síðan
Tíðindi

Risastór makrelstyrja endaði í alinót hjá Mowi í Noregi

1 tími síðan
Hondbóltur

Landsliðsliðskiparin slapp upp í part tá CSM Bukarest tók oddasessin

1 tími síðan
Hondbóltur

Pauli var fyri fyrsta tapinum í bestu svensku hondbóltsdeildini

1 tími síðan
Fótbóltur

Fjórða dystin á rað fekk Hellas Verona úrtøku

2 tímar síðan
Hondbóltur

Füchse Berlin vendi 10-16 í steðginum til 32-29 sigur

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir Dan Sulli­van stilla upp í Al­aska – dóm­ari vís­ir sak­ frá sær

2 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

3 tímar síðan
Fótbóltur

Í annaðkvøld kann Stabæk senda Strømsgodset upp í bestu norsku fótbóltsdeildina

3 tímar síðan
Tíðindi

Aron fekk debut fyri Hearts á Hampden Park

3 tímar síðan
Ítróttur

Myndir: Føroyar taptu finaluna móti Íslandi

4 tímar síðan