Tvey føroyingalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum vóru í leiki seinnapartin í dag.
Tað eydnaðist Róa Ellefsen á Skipagøtu (myndin) og liðfeløgunum í Aarhus at vinna ein tepran 30-29 sigur á útivølli móti Grindsted. Í steðginum var Grindsted á odda 16-14.
Rói skoraði seks mál og var saman við Kristian Tange Meyer og Joachim Pedersen toppskjútti hjá Aarhus.
Aarhus hevur 10 stig fyri 10 dystir og er nummar sjey í deildini.
Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Køge taptu á útivølli 33-40 fyri Tønder, ið var á odda 21-16 í steðginum. Julian var noteraður fyri eitt mál.
Køge er fjórðaftast í deildini við seks stigum, og eru teir eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.