info
Ongi úrslit

Íløga í framtíðina

Felagið fyri Læknalesandi í Keypmannahavn, LÍK, heitir á politisku skipanina at varðveita serlæknapuljuna á fíggjarlógini 2027.

Lestrarfelagið Læknalesandi í Keypmannahavn
1. november 2026 kl. 22:38

Puljan má og skal varðveitast, um føroyskir sjúklingar skulu fáa góða og rættstundis viðgerð frá føroyskum læknum í Føroyum. Hetta burdi verið tað lægsta kravið fyri eitt land sum Føroyar. 

Puljan er bæði ein íløga í framtíðar viðgerðar møguleikar hjá sjúklingum í Føroyum og ein íløga, ið kemur at spara nógvar pengar í hinum endanum. 

Í langa tíð og langt áðrenn vit fluttu niður at lesa, hevur ráðandi diskursurin í Føroyska samfelagnum verið, at heilsuverkið skal mennast og útbyggjast, so tað er á sama støði sum heilsuverkini í okkara grannalondum. Tí vórðu nógv av okkum heldur bilsin, tá vit lósu, at samgongan nú ætlar at burturbeina eina skipan, sum hevur verið ein av byggisteinunum fyri hesa stóru og góðu menning seinastu árini. 

Orðatakið ‘Róm varð ikki bygt eftir einum degi’ kann eisini brúkast um tað at gerast serlækni: Meginparturin av okkum lesandi fara undir universitetslesnaðin fyrst í tjúgunum. Hesin parturin tekur 6 ár. Eftir loknan lesnað tekur samlaða eftirútbúgvingin - við KBU, intro-ári og høvuðsútbúgving - umleið 6 ár afturat. Also eru 12 ár liðin áðrenn ein er liðugur serlækni. Leggjast skal afturat, at í hesum roknistykkinum, ikki er tikið atlit til tey, ið gerast við barn, ikki fáa høvuðsútbúgving fyrsta árið tey søkja ella av øðrum ávum hava longt sær um útbúgvingina. Tey flestu eru tí í seinnu helvt av tretivunum, tá tey eru liðug sum serlæknar. 

Í seinnu helvt av tretivu-árunum er ikki ósannlíkt at hava ein maka, sum hevur eitt starv, børn, ið ganga í skúla og sum heild at hava eitt væl etablerað lív.

Ynski um at sleppa heim aftur kann vera stórt, men at skrykkja eitt heilt lív upp við rót krevur nógv. Serliga um eingin skipan er at lofta og bjóða eitt starv, áðrenn onnur náa at freista.

Undir lesnaðinum fyllir tankin um, hvørjar serlæknagreinar mangla í Føroyum nógv hjá okkum lesandi. Vit royna at velja soleiðis, at allir sjúklingar einaferð kunnu viðgerast í Føroyum. Tí sjúklingarnir fáa ikki valið, um teir fáa ein føroyskan lækna, ein danskan vikar ella um tey verða send niður til at fáa viðgerð. Vit, ið eru undir lesnaði kunnu sanniliga gera okkara, men tað er politiska skipanin, sum í síðsta enda avgerð, hvar íløgurnar verða lagdar. Skal framtíðin hjá okkum lesandi batna nakað, er eisini neyðugt, at politiska skipanin arbeiðir sum ein liðfelagið, sum er klárur at taka ímóti okkum, sum vilja heim aftur. Eitt nú við at varðveita smidleikan, sum serlæknapuljan hevur givið í samband við setan av nýggjum læknum. Møguleikarnir eru nógvir í øðrum londum og er tað ov long bíðitíð og ov nógv bureaukrati blandað uppí, kemur heilsuverkið aftur at líkjast tí, sum var.

Skal man tryggja haldførið og framhaldandi fáa vælútbúgvin fólk aftur til Føroyar er neyðugt við tiltøkum og skipanum, ið gera, at Føroyar, sum minimum eru eins tiltalandi sum onnur lond.

Í løtuni eru fleiri føroysk læknalesandi enn nakrantíð áður. Tí fyriliggur eisini ein søguliga stórur møguleiki at fáa nógvar føroyskar læknar til Føroya, ein trupulleiki vit altíð hava stríðst við. Seinasta innanhýsis kanning hjá LÍK vísti, at av teimum 83 læknalesandi, sum vóru spurd, ætla 79,5% sær til Føroya eftir lokna útbúgving. At lata hendan møguleikan fara framvið er sera óheppið og fer at fáa varandi avleiðingar fyri føroyska heilsuverkið.

Politiska skipanin ger ein stóran feil við hesi skerjing, tí at hon minkar um sannlíkindini fyri, at føroyskir læknar kunnu koma heim til Føroyar aftur at starvast. Og tíverri verða tað tey sjúku og veiku, ið koma at bera byrðuna. 


Vegna,

Lestrarfelagið Læknalesandi í Keypmannahavn

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

15 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

15 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Oddaliðini økja

19 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj vil steðga oljuálopum aftur fyri Patriot-rakettir

29 minuttir síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Sasja vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

50 minuttir síðan
Tíðindi

Minningarhald í Klaksvíkar kommuna

50 minuttir síðan
Hondbóltur

Beiskt tap hjá føroyingaliðnum í Noregi

1 tími síðan
Hondbóltur

Magnus Árason var toppskjútti í útisigri hjá Mors-Thy

2 tímar síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, pen­sjón­ir og til­búgv­ing á skránni á tingi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Rói var millum toppskjúttarnar í teprum sigri hjá Aarhus

2 tímar síðan
Tíðindi

Risastór makrelstyrja endaði í alinót hjá Mowi í Noregi

3 tímar síðan
Hondbóltur

Landsliðsliðskiparin slapp upp í part tá CSM Bukarest tók oddasessin

3 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli var fyri fyrsta tapinum í bestu svensku hondbóltsdeildini

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fjórða dystin á rað fekk Hellas Verona úrtøku

4 tímar síðan