Liðið hjá Ova Lützen (myndin) og Paula Høj, Bergsøy er næstaftast í bestu norsku hondbóltsdeildini við bert tveimum stigum fyri níggju dystir.
Í dag hevði Bergsøy Follo á vitjan í REM-Arena í Fosnavåg.
Í steðginum var Bergsøy á odda 12-11, og tá hálvurannar minuttur var eftir skoraði Ruben Meder til støðuna 23-22 til Bergsøy. Men Follo skoraði tvær ferðir seinastu løtuna uttan, at Bergsøy megnaði at svara aftur. Og so lá einki stig eftir í Fosnavåg.
Ovi skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir, og hann legði eisini upp til trý mál. Ovi vann eisini liðnum tvey brotskøst.