info
Ongi úrslit

Stórur festivaldagur á Viðareiði - fyri alla familjuna

– Vit vilja, at Norð Festivalurin skal vera ein hugnaligur dagur fyri alla familjuna, har fólk kunnu njóta góðan tónleik, góðan mat og serstaka festivalhýrin á Viðareiði

Vilmund Jacobsen
21. august 2026 kl. 08:18

Leygardagin hin 29. august verður aftur lív og festivalstemningur á Viðareiði, tá Norð Festivalurin 2026 fer av bakkastokki. Øll nøvnini eru nú klár, og atgongumerkjasølan gongur strúkandi.

- Vit gleða okkum ótrúliga nógv til aftur at fylla Viðareiði við tónleiki, lívi og góðum festivalhýri. Áhugin hevur verið sera góður, og nú øll nøvnini eru komin upp á pláss, gleða vit okkum bara enn meira til dagin og festivalstemningin, siga fyriskipararnir.

Størsta navnið í ár er danski rockbólkurin, D-A-D, og saman við teimum verður ein fjølbroytt røð av føroyskum nøvnum á pallinum.

- Á skránni eru D-A-D, Hallur Joensen við bólki, Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen & Kim Hansen, Herborg Torkilsdóttir, Finnur Koba & Páll Oddur Rubeksen, Rani Nolsøe, Marner av Lofti & Fríði Sigmundsson, Blátt Gras, Sámal Ravnsfjall, Bjarki Hansen, Rox við Signari í Homrum, Trøllapætur & Omman, DJ Skottar og DJ Cool.

Av Viðareiði verður sagt, at festivalvikuskiftið byrjar longu fríggjakvøldið hin 28. august við einari hugnaligari løtu á Hotel Norð.

- Leygardagin verður so lagt til brots frá morgunstundini við ókeypis morgunmati frá Kjølbro, og síðani verður tónleikur og undirhald allan dagin til langt út á náttina.

Á Norð Festivalinum verður eisini stórt barnaland, Silvi kemur á vitjan, og aftur í ár verður fletting á skránni. Hotel Norð og Grill Team syrgja fyri góðum mati til festivalgestirnar. 

Føroya Tele-bussurin koyrir ókeypis úr Klaksvík til Viðareiðis hvønn hálvan tíma allan dagin og náttina, og um 04-tíðina koyrir náttarbussur beinleiðis av Viðareiði til Havnar.

– Vit vilja, at Norð Festivalurin skal vera ein hugnaligur dagur fyri alla familjuna, har fólk kunnu njóta góðan tónleik, góðan mat og serstaka festivalhýrin á Viðareiði. Vit vóna at síggja nógv fólk aftur í ár, siga fyriskipararnir.

Atgongumerki fáast til keyps á www.atgongumerki.fo

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

1 tími síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

2 tímar síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

2 tímar síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

4 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

5 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

5 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

6 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

7 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

9 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

9 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

9 tímar síðan