Talið av elbilum veksur í stórum

Í juni var næstan triðji hvør nýggjur bilur ein elbilur

 

Tað vísir uppgerðin hjá Akstovuni, nú fyrra hálvár er liðið. 

Í juni vóru 59 eldriknir persónbilar skrásettir, ið hava battarí sum orkugoymslu, og er hetta so væl og virðiliga nýtt met. Hetta eru 29,5% av nýskrásettum persónbilum í juni, og 22.5% fyri árið.

Tað skrivar Elbilafelagið.

Higartil eru 227 elbilar skrásettir í ár. Sama tíðarskeið í fjør, vóru tað 100 skrásetingar av eldrivnum persónbilum, og alt árið í fjør vóru 296 elbilar skrásettir.

Havast skal eisini í huga, at samlaða persónbilaskrásetingin er fallin við 12%, í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Sambært Elbilafelagnum síggja hagtølini fyri hini útfarandi bilasløgini, sær soleiðis út:

Bensin: 65 færri bilar á vegunum enn undanfarna mánað.

Diesel: 32 færri bilar á vegunum enn undanfarna mánað.

Bensin PHEV: +6 á vegunum

Bensin HEV: +95 á vegunum

Diesel HEV: +2 á vegunum.

Elbilafelagið vísir á, at hesi akfarsløgini verða bannað at selja í ES frá 2045.

Framgongdin í nýskrásetingum av elbilum í Føroyum seinastu 3,5 árini, sæst á stabbamyndini niðanfyri:

##med2##