Mynd 1 vísir árligan útlánsvøkstur hjá føroysku bankunum, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, samanborið við árið fyri. Útlánsvøksturin hevur verið minkandi síðani árslok 2025 og var 6,4% í august 2026.
Føroysku bankarnir høvdu útlán til føroyskar kundar fyri tilsamans 22,2 mia. kr. í august 2026. Í august í fjør vóru útlánini 20,8 mia. kr., og tey eru tí økt við 1,4 mia. kr. í hesum tíðarskeiði.
Tað er serliga økt lántøka hjá privatu vinnuni og húsarhaldunum, sum toga útlánsvøksturin upp i august 2026. Meginparturin av útlánunum hjá føroysku bankunum fara til húsarhald og privatu vinnuna.
Privata vinnan
Privata vinnan hevur økt lántøkuna við 500 mió. kr. í tíðarskeiðinum august 2025 til august 2026. Privata vinnan skyldar um 7,2 mia. kr. í føroysku peningastovnunum tilsamans (august 2026). Útlánsvøksturin til privatu vinnuna hevur verið veksandi síðani á várið 2025. Útlánsvøksturin er framvegis lutfalsliga høgur (7,7% í august 2026), men hevur verið minkandi síðani á vári 2026, sí mynd 2.
Húsarhaldini
Húsarhaldini hava økt lántøkuna við 1,1 mia. kr., frá 11,3 mia. kr. til 12,4, mia. kr. í tíðarskeiðinum august 2025 til august 2026. Vøksturin í útlánum til húsarhaldini var 9,2%, roknað sum eitt 3 mánaðar glíðandi miðaltal samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. frá føroysku peningastovnunum. Húsarhaldini læna einamest til bústaðarfígging. Føroysk húsarhald læna eisini frá donskum realkredittstovnum, men vøksturin í útlánum frá donsku realkredittstovnunum er minkandi. 

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrra hálvár 2026 her.