Farna fríggjadag vann føroyska kvinnulandsliðið 5-0 (1-0) á Andorra.
Ígjár vann Andorra - fyri tær - ein søguligan sigur á Føroyum. Andorra vann 2-1 á Føroyum í seinna venjingardystinum í lítla fjallalandinum.
Í 16. minutti legði Teresa Morato heimaliðið á odda. Jensa Tórálvsdóttir javnaði í øðrum minutti í seinna hálvleiki. Men eitt korter seinni fekk Maria Da Cruz aftur heimaliðið á sigurskós. Í báðum førunum Andorra skoraði málini hjá sær kundu okkara havt vart fyri støðunum.
Undan heldur óvæntaða tapinum ígjár høvdu Føroyar vunnið seks av seks dystum á Andorra. Tríggjar kappingardystir og tríggjar venjingardystir høvdu okkara vunnið á liðnum úr lítla fjallalandinum, ið liggur millum Frakland og Spania, har katalanskt er høvuðsmálið. Nú er so tann reini statistikkurin móti Andorra rokin.
Føroyska manslandsliðið hevur í fimm dystum móti Andorra tríggjar sigrar og tveir javnleikir. Talan er um tveir málleysar javnleikir. Andorianska manslandsliðið hevur enn til góðar at skjóta eitt mál móti Føroyum.