info
Ongi úrslit

Nú verður latið upp fyri limaskapi

Borgarar í Sjóvar kommunu kunnu nú gerast limir í Vakstrarøkinum á Strondum

Vilmund Jacobsen
13. oktober 2026 kl. 11:13

Á Strondum eru tey nú farin at fyrireika komandi vakstrarár, og samstundis verður latið upp fyri limaskapi í felagnum, sum stendur aftanfyri vakstrartunnilin.

- Soleiðis ber nú til hjá borgarum í kommununi at gerast limir í Vakstrarøkinum á Strondum.

Víst verður á, at sum limur fært tú møguleika at forspíra plantur í vakstrartunlinum, velta inni í tunlinum, og møguleiki er at fáa eitt vakstrarpláss uttanfyri.

- Vit leggja stóran dent á felagsskapin og fara at skipa fyri felags døgum, har vit forspíra, planta út, viðlíkahalda tunnilin og taka okkum av økinum annars.

Lagt verður aftrat, at eisini verður ein felags vatniskipan, har limirnir skiftast um at hava ábyrgd av vatningini.

At enda verður sagt, at limagjaldið er 500 krónur fyri hvørt húskið um árið - og 100 krónur fyri hvílandi limaskap, um tú bara ynskir at stuðla felagnum.

Vakstrarøkið á Strondum, sum felagsskapurin verður róptur, vísir á, at tú kanst tekna teg sum lim um heimasíðuna - www.sjovar.fo

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

23 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Útlánsvøksturin er høgur, men minkandi

5 minuttir síðan
Tíðindi

Tey tungu tøkini í Koltri eru tikin

49 minuttir síðan
Tíðindi

Tvey skip rakt av dronum úti fyri Bulgaria

1 tími síðan
Tíðindi

Hetlendingar fáa 203 milliónir krónur til at fyri­reika tunnil

2 tímar síðan
Tíðindi

Í ár fara skógvaeskjurnar til Ukraina

2 tímar síðan
Tíðindi

Johnson: Beinleiðis víst avrætting kann gagna yvirgangsfólki

3 tímar síðan
Tíðindi

Vindurin kann koma upp í 25 metrar um sekundið í morgin

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit mugu raðfesta staðbundnar serlæknar

4 tímar síðan
Tíðindi

Sam­ráð­ing­ar um svart­kjaft, norð­havs­sild og makrel í London

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mistak hjá Ara førdi til sigursmálið hjá Þór

5 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri spreingingar í Riyadh

11 tímar síðan
Lesarabrøv

Viðmerking til kjak um ferðslu­lóg í sam­band við el­súkklur

11 tímar síðan