info
Ongi úrslit

Talv: Stavn um stavn

Sandavágsmenn koppaðu oddaliðnum úr Havn í toppdystinum í fimta umfari í landskappingini í talvi í dag.

Pætur Hjalmar Evensson
9. januar 2022 kl. 22:00

Nú stendur á jøvnum millum vágamenn og havnarmenn í fremstu deildini.

Bæði liðini hava 15 stig hvør, og eru fýra stig undan triðja liðnum í røðini.

Kanska fáa vit aftur eina beinleiðis FM-finalu, tá oddaliðini hittast aftur í seinasta umfari 26. mars.

Høgni sigursharri

Tað var føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, sum tryggjaði Sandavágs Talvfelag sigurin í dag. Høgni vann á Carl Eli Samuelsen á øðrum borði. Á hinum borðunum endaði javnt.

Aldursmunurin var størstur á fjórða borði. Har togaðust 15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol og 57 ára gamli Torkil Nielsen. Luitjen royndi við hvíta fólkinum, men talvið endaði javnt. Sjúrður Thorsteinsson stríddist at vinna á triðja borði, eftir at teir vóru lidnir á hinum borðunum, men hóast Silas Eyðsteinsson var eitt sindur kroystur, eydnaðist honum at varðveita javnvágina, og fáa talvið javnt.

Treystir vágamenn

Sandavágsmenn eru drúgvir. Hóast havnarmenn høvdu hægri styrkital á trimum av fýra borðum, vóru teir kortini ikki mentir at vinna nakað talv í dag. At allir á sandavágsliðnum eru ítróttarmenn og spæla fótbólt í fremstu røð - tann elsti spældi sum kunnugt, tá hann var yngri - ger kanska, at teir hava hesa serligu kappingaríleguna, sum fær teir at spenna seg út og avrika á høgum stigi, tá ið á stendur.

Annað dømi um góða kappingarmoralin hjá vágamonnum er teirra støðufesti. Hóast teir fáast við elituítrótt, er tað rárasta hending, at teir ikki eru fullmannaðir. Havnarmenn hava seks telvarar í alt, sum skiftast. Í dag vóru hvørki Martin Poulsen ella Olaf Berg tøkir. Annar situr í sóttarhaldi og hin hevði forfall av arbeiðsávum. Teir eru annað og triðja borð hjá Havnini, men fimm av teimum seks í 1. liðshópinum hjá Havnar Telvingarfelag eru toluliga javnsterkir - Helgi Dam Ziska er tann ókrýndi kongurin.

Klaksvíkingar dragna

Útlitini til at Klaksvíkar Talvfelag í vetur fór at leggja seg út í kappingina við oddaliðini seinastu árini - Sandavágur og Havnin - eru fánaðar nú í seinastuni. Moldosvki stórmeistarin, Vladimir Hamitevici, hevur ikki verið við í seinastu tveimum dystunum, og tað merkist.

Í løtuni stendur kappingin um triðja plássið millum Klaksvík og annað lið hjá Havnini. Teir møttust í dag, og úrslitið var javnleikur 2-2. Her hendi tað, at Hjalti Toftum Jógvansson heldur óvæntað vann á Ólavi Simonsen á 1. borði.

Í triðja dystinum vann Klaksvík B tepran sigur á Vestmanna.

Myndin er ikki tøk

Í hinum deildunum eru ikki allir dystir telvaðir sum ætlað, og nøkur úrslit eru ikki greið enn. Meira er at síggja á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Um tvær vikur verður sjøtil settur á seinnu leikhálvu í landskappingini. Dystirnir í sætta umfari verða sunnudagin 23. januar.

/Tíðindaskriv

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Heilsuhjálpararnir sprongdu almenna lønarkarmin

46 minuttir síðan
Tíðindi

Larmandi skut­ar­ar ó­rógv­aðu náttar­friðin í Runavík

1 tími síðan
Tíðindi

Kaleb – nýggj skaldsøga

2 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Ara vann fyrsta sigurin síðani 4. juli

2 tímar síðan
Tíðindi

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

2 tímar síðan
Tíðindi

Talskvinna hjá Trump gevst eftir fáum døgum

3 tímar síðan
Hondbóltur

Rúnar Hammer var toppskjútti tá Stoholm vann fyrsta sigurin

4 tímar síðan
Tíðindi

Heysthugni og óvænt­aðar tón­leika­upp­liv­ingar í Havn

4 tímar síðan
Hondbóltur

Ajax tapti fyri Roskilde í toppuppgerðini

5 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað

11 tímar síðan
Hondbóltur

Valur og Stjarnan vunnu

11 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV megnaði ikki at tryggja sær bronsuna í kvøld

12 tímar síðan