Tríggir bilførarar koyrdu væl yvir hámarksferðina

Stutt eftir midnátt í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan frá fólki um, at larmur kom frá einum arbeiðsplássi.

 

Í gjár gjørdi løgreglan eitt málrættað átak á einum strekki á Stangavegnum í Klaksvík, har tað er loyvt at koyra í mesta lagi 40 kilometrar um tíman.

 

Tað merkir, at her er niðursett ferð í mun til tað, sum vanliga er loyvt at koyra í bygdum øki.

 

Tá fellir hamarin eisini skjótari enn á øðrum vegastrekkjum, um bilar koyra væl skjótari enn niðursettu hámarksferðina.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at trý mál vórðu skrivað í kanningunum á Stangavegnum, har bilar koyrdu væl skjótari, enn loyvt er.

 

Í teimum trimum málunum fingu allir bilførararnir bót, og harumframt fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið, og ein fekk treytaða frádøming fyri at koyra 68 kilometrar um tíman.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey eisini hava steðgað nógvum bilum uttan fyri Havnina og í norðurøkinum fyri at vita, um bilførarar koyra edrúir .

 

- Men, í kanningunum hesaferð vórðu eingi mál skrivað, leggur løgreglan aftrat.

 

Stutt eftir midnátt í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan frá fólki um, at larmur kom frá einum arbeiðsplássi.

 

- Vit vóru á staðnum, men her vóru teir í holt við at seta okkurt upp, sum teir søgdu ikki kundi bíða, men mátti gerast í einum, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.