Umsíðir fær Svøríki kvinnu sum stjórnarleiðara

Magdalena Anderson verður fyrsta kvinnan, sum skal stjórna Svøríki – sum fyri fyrstu ferð fær eina kvinnu í forsætismálaráðið. Øll hini sjey norðurlondini hava havt kvinnu í evsta sessi

Nýggja forkvinnan í svenska Javnaðarflokkinum Magdalena Andersson gav fráfarandi formanninum blómur á floksfundi, har leiðaraskiftið í flokkinum varð staðfest. - Foto: 9200 Adam Ihse/Tt/Ritzau Scanpix

Tað var mikudagin, at svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, formliga lat inn uppsøgnina hjá sær sjálvum og allari stjórnini í Svøríki. Tí verða nú fleiri formligir fundir í Ríkisdegnum í Stokkhólmi.

 

Og tað verður roknað fyri vist, at tað verður floksfelagin hjá Stefan Löfven, Magdalena Andersson, sum tekur við. Hon var herfyri vald sum forkvinna í svenska Javnaðarflokkinum, sum merkir, at hon er valevni til sessin sum forsætisráðfrú.

 

So løgið tað kanska ljóðar, so er Svøriki tað einasta av teimum átta norðurlondunum, sum enn ikki hevur havt eina kvinnu í stjórnarleiðarasessinum. Tað var grannalandið hjá Svøríki, Noreg, sum fekk ta fyrstu kvinnuna í stjórnarleiðarasessin, tá Gro Harlem Brundtland gjørdist forsætisráðfrú í 1979. Hon var forsætisráðfrú í trimum tíðarskeiðum, fyrstu ferð í 1981, síðani frá 1986–89, og síðstu ferð frá 1990–96.

 

Tað var bara eitt annað Norðurland, sum í síðstu øld fekk eina kvinnu sum stjórnarleiðara, og tað var Føroyar, tá Marita Petersen tók við sum løgmaður í 1993.

 

Hesar eru fyrstu kvinnuligu stjórnarleiðarar í teimum átta Norðurlondunum:

 

1. Noreg: Gro Harlem Brundtland 1979

 

2. Føroyar: Marita Petersen 1993

 

3. Finnland: Mari Kiviniemi 2003

 

4. Áland: Viveka Eriksson 2007

 

5. Ísland: Jóhanna Sigurðardóttir 2009

 

6. Danmark: Helle Thorning-Schmidt 2011

 

7. Grønland: Aleqa Hammond 2012

 

8. Svøríki: Magdalena Andersson 2021 (hetta er tó ikki formliga avgjørt enn)

 

Í løtuni eru kvinnur stjórnarleiðarar Íslandi, Finnlandi, Álandi og Danmark. Noreg hevði til fyri fáum vikum síðani eisini eina kvinnu sum stjórnarleiðara. Men Erna Solberg legði frá sær, eftir at hon og stjórn hennara taptu valið í Noreg. Hon hevði tá sitið í sessinum í tvey valsekið.

 

Helle Thorning-Schmidt skipaði stjórn í Danmark saman við Radikala flokkinum og SF tann 3. oktober í 2011. Hóast Helle Thorning-Schmidt og danski Javnaðarflokkurin gingu fram á valinum, so mistu flokkarnir vinstru megin miðuna meirilutan á valinum í 2015, og Lars Løkke Rasmussen kundi aftur skipa stjórn, ta ferðina eina minnilutastjórn við Vinstra einsamøllum í stjórnini.

 

Í 2019 taptu teir borgarligu stuðulsflokkarnir hjá Venstre valið, og Mette Frederiksen úr Javnaðarflokkinum kundi skipa aðru stjórnina við eini kvinnu við borðendan.

 

Til samanberingar kunnu vit siga, at tað eru skjótt 29 ár síðani, at føroyingar fingu sína fyrstu og higartil einastu kvinnu sum løgmann. Tað var í januar í 1993.

 

Erna Solberg er onnur kvinna í forsætismálaráðnum í Norge. Gro Harlem Brundtland var forsætisráðfrú í trimum stjórnum, fyrstu ferð í 1981 og síðstu ferð í 1996.

 

Í Finnlandi er tann 35 ára gamla Sanna Marin forsætisráðfrú. Hon er tann triðja kvinnan við borðendan í forsætismálaráðnum í Helsinki. Í 2010 gjørdist Mari Kiviniemi forsætisráðfrú, og í 2003, tók Anneli Jäätteenmäki við sum fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðari í Finnlandi.

 

Í Íslandi er Katrín Jakobsdóttir forsætisráðfrú. Hon er onnur kvinnan í forsætismálaráðnum har. Tann fyrra var Jóhanna Sigurðardóttir, sum tók við sum forsætisráðfrú í 2009.

 

Svøríki hevur enn onga kvinnu havt í forsætismálaráðnum, men tað fáa tey eftir øllum at døma í næstum, nú greitt er, at Stefan Löfven leggur frá sær og gevst í politikki.

 

Áland fekk sín fyrsta kvinnuliga stjórnarleiðara í 2007. Tað var Viveka Eriksson. Síðani tá hava tríggjar aðrar kvinnur verið stjórnarleiðarar, núverandi eitur Veronica Thörnroos.

 

Í Grønland var Aleqa Hammond vald til landsstýrisforkvinnu í 2012.

 

Hóast Føroyar ikki kunnu erpa sær av at vera so frammaliga við javnstøðu, so vóru vit framman fyri øll Norðurlond – uttan Noreg, at við at hava eina kvinnu sum stjórnarleiðara. Marita Petersen var løgmaður í Føroyum frá 18. januar í 1993 til 15. september 1994.

 

Nýggja forkvinnan í svenska Javnaðarflokkinum Magdalena Andersson gav fráfarandi formanninum blómur á floksfundi, har leiðaraskiftið í flokkinum varð staðfest. - Foto: 9200 Adam Ihse/Tt/Ritzau Scanpix