Upptakt: Sveisisk dygdarvøra

EM 2020: Sveis stendur mangan fyri dygdarvøru. Tað er ger ikki so navnframa landsliðið eisini

EM-bólturin er farin á rull og seinnapartin verður dystur millum Wales og Sveis. Meðan tað er óvistt hvat vit kunnu vænta av Wales, so verður mett at Sveis hevur ein dygd, sum kann fáa liðið víðari úr bólkaspælinum.

 

Sveis vann undankappingarbólkin frammanfyri Danmark, og teir hava vunnið fimm av fimm dystum í 2021. Seinast vunnu teir 7-0 á Liktinstein, men tað nýtist ikki at siga so nógv um styrkina, tí Føroyar vunnu so seint sum mánakvøldið 5-1 á sama Liktinstein.

 

Styrkina hjá Sveis síggja vit í at Sveis í Nations League megnaði at spæla javnt í trimum av fýra dystum móti Týsklandi og Spania. Føroyar spældu móti Sveis í HM 2018 undankappingini. Vit taptu greitt 2-0 í báðum dystunum. Fleiri av nøvnunum frá teimum dystunum ganga aftur í dag. Tað er eisini ein av styrkinum hjá Sveis. Liðið er væl samanspælt.

 

Veikleikin er, at fleiri at lykla spælarunum hava sitið nógv á bonkinum. Eitt nú stóra stjørnan Xherdan Shaqiri, sum bara fær nakar fáar minuttir í Liverpool. Ivamálið er Fabian Schär úr Newcastle. Hann hevur ein snudd. Av øðrum kunnu nevnast Granit Xhaka úr Arsenal og Ricardo Rodríguez, sum nú spælir við Torino. Mest spennandi spælarin á liðnum er áleyparin Breel Embolo.

 

Tað verður væntað, at Sveis kemur víðari úr bólkinum, men tað krevur helst ein sigur á Wales, sum er styrkimett lægst.

 

Bólkur A:

 

Wales – Sveis (14.00)

 

Væntað uppstilling Sveis (3-4-1-2): Sommer – Schär, Elvedi, Benito – Widmer, Xhaka, Zakaria, Rodriguez – Shaqiri – Seferovic, Embolo

 

Hópurin hjá Wales:

 

Málverjar:

 

Yann Sommer, Mönchengladbach

 

Yvon Mvogo, PSV

 

Jonas Omlin, Montpellier

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Manuel Akanji, Dortmund

 

Loris Benito, Bordeaux

 

Eray Cömert, Basel

 

Nico Elvedi, Mönchengladbach

 

Jordan Lotomba, Nice

 

Kevin Mbabu, Wolfsburg

 

Becir Omeragic, Zürich

 

Ricardo Rodríguez, Torino

 

Fabian Schär, Newcastle

 

Silvan Widmer, Basel

 

 

 

Miðvallarar:

 

Christian Fassnacht, Young Boys

 

Edimilson Fernandes, Mainz

 

Remo Freuler, Atalanta

 

Admir Mehmedi, Wolfsburg

 

Xherdan Shaqiri, Liverpool

 

Djibril Sow, Frankfurt

 

Ruben Vargas, Augsburg

 

Granit Xhaka, Arsenal

 

Denis Zakaria, Mönchengladbach

 

Steven Zuber, Frankfurt

 

 

 

Áleyparar:

 

Breel Embolo, Mönchengladbach

 

Mario Gavranović, Dinamo Zagreb

 

Haris Seferović, Benfica